Býráðið í Runavíkar kommunu avgjørdi á fundi í gjárkvøldið at seta Artur Johansen sum fíggjarleiðara hjá kommununi. Súni S. Kristiansen, sum hevur verið fíggjarleiðari í eini tjúgu ár, fylti sjeyti fyri stuttum og ynskti at fara frá fyri aldur.
Artur er helst best kendur sum kommunalpolitikari í almenna rúminum. Hann var eitt nú borgarstjóri í Sjóvar kommunu í 16 ár.
- Áðrenn tað var hann eftir barnaskúlan arbeiðsmaður og fiskimaður, og útbúgvingarliga hevur hann fólkaskúlaprógv frá Stranda skúla í 1987, FHS-prógv frá Handilsskúlanum á Kambsdali í 1991, Hægri Handilsskúlaprógv frá sama skúla í 1993, lærubræv frá Sorinskrivaranum í 1995 og HD-Rokniskapur 1. & 2. partur frá Handilsskúlanum í Marknagili umvegis Århus School of Business í 2004 og 2006.
Umframt at hava arbeitt hjá sorinskrivaranum og Sjóvinnustýrinum sum málsviðgeri hevur hann virkað sum grannskoðari hjá KPMG (SPEKT) og sum fíggjarleiðari hjá Zachariasi Leitisstein.
Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at Artur Johansen er 56 ára gamal, føddur hin 1. juli 1970 á Strondum. Hann býr í heimbygdini saman við konuni Marjun, og tey hava fingið 5 børn. Í yngri árum var Artur kendur hondbóltsspælari á besta mansliðnum hjá StÍF og á landsliðnum, og hann hevur eisini fingist við tónleik og jarðarbrúk.
Artur Johansen byrjar í starvinum sum fíggjarleiðari í Runavíkar kommunu í næstum.