info
Ongi úrslit

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Hvar er núverandi borgarstjóri og byggileiðsla, og hvar hevur hann verið seinastu skjótt 2 árini? Tað spyrr fyrrverandi borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse

Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri – og Jógvan Kruse, fyrrverandi borgarstjóri í Sunda kommunu
Jógvan Kruse
29. september 2026 kl. 14:18

Sunda kommuna hevur arbeitt við útstykkingini á Oyrarbakka síðan á heysti 2023.

Útstykkingin fór í alment útboð, men tilboðini vóru væl hægri enn kostnaðarmetingar.

Eitt samt býráð avgjørdi, at fara undir leistin, har Sunda kommuna skuldi standa fyri útstykkingini saman við eksternari byggileiðslu.

Sjálvur var eg saman við umsiting, eksternari byggileiðslu við eftirliti partur av gongdini fyrsta tíðarskeiðið frá á heystið 2023 til og við 2024, tá núverandi borgarstjóri tekur við.

Allir veitarar í Sunda kommunu vóru bodnir inn, og fleiri veitarar hava verið við okkum allan vegin, veitarar, ið flestu hava arbeiðsroyndir á økinum í eitt mannaminni.

At góðskan á fylligrótinum kundi verið betur, hevur verið kent gjøgnum alla tilgondina, eisini seinastu skjótt 2 árini, men fyllan hevur verið mett nøktandi til sethúsabygging.

KVF og núverandi borgarstjóri hefta seg við nakrar reglur frá einum av nógvum byggifundum, ið er 2 ára gamal, har KS skjøl ikki vera veitt. KS eru kvalitets sikrings skjøl. Á fundinum ynskti eftirlitið væntandi KS skjøl, og tosað varð um, at kjarnuboringar skuldu gerast av grótfylluni, fyri at fáa staðfest, at grótfyllan livdi upp til standard, norskan standard haldi eg meg minnast.

Allir partar vistu, at tað gjørdi grótfyllan ikki, og tí var støða tikin til, at hesar kjarnuboringar ikki skuldu gerast.

At grótfyllan skuldi trumlast var uppi at venda millum fakfólkið, og nógv varð tosað um, hvat var vanligt og hvat var nokk. Upplýsast skal, at ein 42 tons maskina hevur trumlað økið alla tíðina arbeitt hevur verði við grótfylluni í tíðarskeiðinum eg var har.

Tá eg leggi frá mær, er útfyllingin komin væl áleiðis, men útfyllingin er ikki liðug. Vegurin er ikki liðugur og miðøkið er ikki uppfyllt. Alt arbeiðið við grótfylling heldur tí fram eftir býráðsvalið.

1.januar 2025 tekur nýtt býráð við, og núverandi borgarstjóri kemur inn í myndina. Núverandi borgarstjóri tekur mín leiklut í byggileiðsluni og sæti við borðið á byggifundum, men tað heldur bara í ein góðan mánað.

Í februar 2025 hvørvur borgarstjórin út úr myndini, og vit sígga ikki borgarstjóran aftur á byggifundi fyrr enn í juli í 2026, 4 dagar áðrenn hátíðarhald skal fyriskipast í ovara parti av útstykkingini á Oyrarbakka.

Í hesum tíðarskeiði, hevur borgarstjórin gjørt seg óklaran við byggileiðsluna, og hevur endað samstarvið. Sjálvur tekur hann byggileiðsluna inn á sumri 2025 saman við sama eftirliti, ið hevur verið við síðan byrjan.

Eftir núverandi borgarstjóri tekur byggileiðsluna, hevur arbeiðið hildið fram líka fram til dagin í dag, men hevur einans ein byggifundur verið um niðara partin av útstykkingini, sambært innliti frá september 2026.

Eftir stendur. Hvør hevur havt byggileiðsluna og eftirlitið seinasta árið, tá málið verður skuggalagt við at steðga øllum byggifundum og lýsingum um niðaru útstykkingina?

Hvat er gjørt seinasta árið og hvønn leiklut hevur núverandi borgarstjóri havt?

Í samskifti við redaktiónina í KVF er mær upplýst, at innlitið og søgan hjá KVF einans er um tað eina punktið við undirliggjandi skjølum frá tí eina byggifundinum fyri 2 árum síðan, og so søgan frá núverandi borgarstjóra sjálvum.

Tað er nógv vatn runnið í ánnið síðan býráðsvalið.

Eg kann ikki siga annað enn, at eg sum táverandi borgarstjóri taki fulla ábyrgd av øllum arbeiði, byggileiðslu, fíggjarstýring og teimum avgerðum ið vórðu tiknar um útstykkingina á Oyrarbakka tíðarskeiðið 2023 og 2024.

Jógvan Kruse

Fyrrverandi borgarstjóri

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

3 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

20 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

48 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan