info
Ongi úrslit
© Valentyn Ogirenko/Reuters
Myndatekstur 1: Ein løgreglumaður gongur fram við einum húsum, sum varð rakt í einum russiskum rakettálopi í býnum Vyshhorod nærindis Kyiv. Russland hevur seinastu mánaðirnar økt munandi um álopini á ukrainska høvuðsstaðin. Myndin er tikin fyrr í vikuni

Zelenskyj: Nýtt ukrainskt rakettvápn verður klárt í heyst

FP-9 skal kunna røkka Moskva. Samstundis boðar ukrainski forsetin frá fleiri álopum á russisk olju- og gassverk.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 21:50

Ukraina væntar at kunna taka nýggja, heimaframleidda ballistiska rakettvápnið FP-9 í nýtslu í heyst.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í samrøðu við Reuters.

Fyrr í vikuni upplýsti Ukraina, at FP-7 varð nýtt í bardaga fyri fyrstu ferð. Tað rakettvápnið røkkur umleið 250 kilometrar, meðan FP-9 sambært framleiðaranum kann røkka upp í 850 kilometrar og sostatt raka mál í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

Ukrainski vápnaframleiðarin Fire Point framleiðir bæði rakettvápnini. Zelenskyj sigur, at hann persónliga hevur heitt á fyritøkuna um at skunda undir arbeiðið við FP-9.

– Vit hava brúk fyri FP-9, og tað verður klárt í heyst, sigur forsetin við Reuters.

Fleiri álop á russisk oljuverk

Zelenskyj boðar samstundis frá, at Ukraina fer at økja um álopini á russisk oljureinsiverk og annan orkuundirstøðukervi.

Hetta skal vera aftursvar til russisku dronu- og rakettálopini, sum seinastu tíðina eru økt móti Kyiv og øðrum ukrainskum býum.

Forsetin leggur dent á, at Ukraina ikki ætlar at raka sivil mál. Endamálið er í staðin at raka orkukeldurnar, sum sambært honum fíggja russisku krígsførsluna.

– Tá tey raka okkara orkuskipan, noyðast vit at svara aftur móti teirra orkuskipan – fyrst og fremst oljureinsiverkunum, sigur hann.

Heldur Russland vil leggja størri trýst á fólkið

Ukrainska fregnartænastan skal sambært Zelenskyj hava fingið fatur á skjølum, sum vísa, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sett eina nýggja álopslæru í verk.

Sambært ukrainsku tulkingini loyvir hon russiska herinum at raka breiðari enn áður – millum annað undirstøðukervi, flutningsleiðir, vegir, skúlar og sjúkrahús. Endamálið skal vera at økja trýstið á ukrainska fólkið undan vetri.

Hesar upplýsingar eru ikki váttaðar av óheftum keldum.

Kyiv hevur seinastu vikuna verið fyri áhaldandi dronu- og rakettálopum. Álopini hava millum annað verið vend móti veitingarfyritøkum, fjarskiftiskervinum, vegum og jarnbreytum.

Sambært ukrainsku myndugleikunum hevur Russland í vikuni eisini fyri fyrstu ferð lopið á brýrnar um Dnipro-ánna, sum binda eystara og vestara partin av Kyiv saman.

Zelenskyj sigur seg ikki síggja tekin um, at Putin vil samráðast um ein enda á krígnum ella um eitt avmarkað vápnahvíldaravtalumál fyri orkukervið.

Ritzau/Reuters

Tjúkkur, svartur roykur stígur upp frá einum oljureinsiverki í Moskva-landslutinum eftir eitt ukrainskt dronuálop. Myndin er frá juni og stavar frá sosialum miðlum. Savnsmynd: Social Media/Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

5 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

14 minuttir síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

44 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

1 tími síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

2 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

3 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 smurdi HB av

3 tímar síðan
Fótbóltur

B36 sendi HB úr næstbestu deildini

3 tímar síðan