info
Ongi úrslit

Simme Musikkhús heldur fram

Dagfinn Olsen
10. oktober 2026 kl. 11:24

Vandi hevur verið fyri, at søguligi handilin fór í søguna, tá eigarin setti handilin til sølu. Sagt varð tá, at um ongin keypari vísti áhuga, so fór handilin at lata aftur.

Men Simme Musikkhús heldur fram.

Tað er nú greitt, eftir at hesi boð standa at lesa á facebook vanganum hjá Simma Musikkhús:

Nýggjur eigari er nú funnin til handilin, og handilin letur tí ikki aftur. Meir kunning kemur um hetta í næstum.

Sostatt er greitt, at eitt eigarskifti fer fram, og at handilin heldur fram. Men hvør nýggi eigarin er verður onki sagt um enn.

Brot úr søguni:

í 1959 opnaði Simme Arge Jacobsen á fyrsta sinni sølubúð á Landavegnum, har hann seldi ljóðføri og grammofonplátur, og lærdi frá sær. Hóast fleiri handlar vóru, sum seldu grammofonplátur og plátuspælarar, so var hetta fyrstu ferð, at ein handil, sum seldi ljóðføri lat upp í Føroyum. Hetta var tí eisini eitt týdningarmikið fet fyri ta tónleikamentanina, sum um hesa tíðina var í stórum blóma í Føroyum.

Handilin hevur verið til síoðani 1959, og hevur hildið til í fleiri støðum.

Nakað áðrenn aldarskiftið hevði Simme valt at selja Simma Musikkhús. Hetta gekk tó ikki eftir vild, tí ikki langt eftir hetta máttu nýggju eigarnir staðfesta, at teir fingu ikki raksturin at ganga. Simme valdi tí sjálvur at taka yvir aftur handilin, og í 2004 fekk Simme nýggjar kreftir uppí raksturin. Petur Magnus Bjarnastein ynskti at keypa handilin, og eftir at hava arbeitt saman við Simma í handlinum í eitt ár keypti Petur Magnus Simma Musikkhús í 2005.

Eftir at hava átt og rikið handilin í 19 ár, valdi Petur Magnus í Januar 2024 at selja handilin víðari. Hesuferð var tað Terje B. Vestergaard, sum yvirtók handilin.

Og nú verður so eftir øllum at døma lagt afturat søguni, og handilin heldur fram.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

45 minuttir síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

3 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

3 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

3 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

4 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

4 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

5 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

6 tímar síðan