info
Ongi úrslit

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

Beinta Glyn-Davies, Mariann Hansen og Paula Ólavsdóttir sum eru masterlesandi í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya hava kannað, hvussu føroyskar kvinnur hava tað eftir viðgerð fyri bróstkrabba

Nanný J. Toftegaard
22. oktober 2026 kl. 15:15

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at kanningin vísir, at seinárin kunnu hava stóra ávirkan á gerandisdagin, og at fleiri kvinnur kenna seg einsamallar við avbjóðingunum, tá ið viðgerðin er liðug

Beinta Glyn-Davies, Mariann Hansen og Paula Ólavsdóttir hava saman við Anniku Helgadóttir Davidsen, granskara á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, skrivað vísindaliga grein um seinárin hjá føroyskum kvinnum, sum hava verið í viðgerð fyri bróstkrabba.

Greinin, Living Beyond Treatment: Late Effects and Everyday Life in Faroese Breast Cancer Survivors, er útgivin í altjóða vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Oncology.

Kanningin byggir á samrøður við sjey føroyskar kvinnur, sum hava verið ígjøgnum viðgerð fyri bróstkrabba. Endamálið var at fáa størri innlit í, hvussu seinárin ávirka gerandislívið, og hvørjar trupulleikar kvinnurnar hava, eftir at viðgerðin er liðug.

Viðgerðin er av, men ikki avbjóðingarnar
Ein høvuðsniðurstøða í kanningini er, at lívið eftir bróstkrabba hjá summum kvinnum er merkt av bæði kropsligum, sálarligum og sosialum avbjóðingum, sum kunnu vara í mánaðir og ár.

Serliga møði og útlúgving kunnu hava stóra ávirkan á gerandisdagin. Kvinnurnar greiða frá, hvussu tær mugu laga dagligar uppgávur og sosialt virksemi eftir orkuni, sum tær nú hava.

Kanningin vísir eisini, at tað kann vera trupult at finna seg sjálva aftur eftir sjúkuna. Viðgerðin og seinárin kunnu broyta bæði sjálvsfatan og møguleikar at liva sama lív sum áður.

Frá at vera sjúklingur til at standa einsamøll
Eitt annað týðandi úrslit er, at skiftið frá at vera í krabbameinsviðgerð til at skula fóta sær aftur í gerandisdegnum kann vera tvørligt.

Meðan kvinnurnar eru í viðgerð, hava tær regluligt samband við heilsuverkið og fáa stuðul frá heilsustarvsfólkum. Men tá ið viðgerðin er liðug, uppliva summar, at stuðulin brádliga minkar, hóast tær framvegis hava stóran tørv á hjálp og vegleiðing.

Kvinnurnar lýsa eisini, hvussu seinárin, sum onnur ikki síggja, kunnu vera torfør at fáa viðurkenning fyri. Hóast tær uttaná síggja út til at vera frískar, kunnu tær framvegis stríðast við møði og aðrar avleiðingar av viðgerðini.

Hetta kann skapa misskiljingar og væntanir frá umhvørvinum um, at tær nú eiga at vera komnar fyri seg.

Tørvur á betri uppfylging og endurmenning
Granskingin bendir á, at tørvur er á størri kunnleika um seinárin eftir bróstkrabba og betri skipaðum stuðli til kvinnur, sum hava lokið viðgerð.

Høvundarnir vísa millum annað á týdningin av, at kvinnurnar fáa einstaklingslagaða kunning um møgulig seinárin, atgongd til endurmenning og eina samanhangandi uppfylging frá heilsuverkinum.

Í føroyskum høpi hevur tað eisini týdning, at samstarvið millum føroyska og danska heilsuverkið er væl skipað, so at kvinnurnar uppliva samanhang í viðgerð og uppfylging.

Ein meira stigvís broyting frá viðgerð til gerandislív kann eisini gera kvinnurnar betur førar fyri at handfara avbjóðingarnar eftir sjúkuna.

Føroysk gransking við altjóða týdningi
Kanningin gevur nýggja vitan um, hvussu kvinnur í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska uppliva lívið eftir bróstkrabba.

Talan er um eina kvalitativa kanning við sjey luttakarum. Hon sigur tí ikki, hvussu vanlig tey ymisku seinárinini eru millum allar kvinnur, sum hava havt bróstkrabba í Føroyum, men gevur eina djúpari fatan av upplivingunum og avbjóðingunum hjá kvinnunum, sum tóku lut.

Greinin er útgivin í Frontiers in Oncology og kann lesast ókeypis.

Lesið greinina HER. 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

23 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

20. oktober kl. 10:58

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

21 minuttir síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina hava útflýggjað hvørjum øðrum deyð herfólk

1 tími síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

1 tími síðan
Tíðindi

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

1 tími síðan
Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

3 tímar síðan
Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

3 tímar síðan
Tíðindi

Djóni Nolsøe Joensen tikið sæti á tingi

4 tímar síðan
Tíðindi

MobilePay nærk­ast Før­oy­um – lóg­ar­forð­ing­in skal nú burtur

4 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gamal skuldsettur fyri dráp í Grønlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barnaansing og kvinnuheilsa á skránni

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Szeged-GOG beinleiðis á TV3 í kvøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

6 tímar síðan