Sum vit skrivaðu í gjár, eru samráðingar á byrjanarstigi um fasta ferjusigling millum Seyðisfjørð í Íslandi og Aberdeen í Skotlandi. Nú vísir Lerwick Port Authority eisini áhuga fyri møguliga sambandinum.
Við Shetland Times siga havnarmyndugleikarnir, at teir taka undir við nýggjum ferða- og handilssambondum, har grundarlag er fyri teimum. Teir eru tí opnir fyri at kanna møguleikarnar, so hvørt sum hugskotið verður ment.
Samstundis leggja teir dent á, at ætlanin enn er á byrjunnarstigi. Nógv arbeiði skal gerast fyri at staðfesta, um rutan er gjørlig og kann bera seg fíggjarliga. Tí er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu, siga teir við blaðið.
Møguliga rutan skal ganga millum Aberdeen og Seyðisfjørð á eysturstrond Íslands, og sambært Shetland Times er møguleikin fyri einum steðgi í Lerwick opin.
Hetlendingar hava áður havt ferjusamband við Føroyar, Ísland og Danmark við Norrønu. Lerwick varð tó tikið úr ferðaætlanini hjá Smyril Line í 2007.
Eisini í Orknoyggjum er áhugi fyri ætlanini. Kristopher Leask, tinglimur fyri skotska grøna flokkin í økinum Highlands and Islands, hevur mælt til, at nýggja ferjan eisini leggur at har.
Enn er eingin avgerð tikin um at seta rutuna á stovn. Sum umrøtt í gjár verður eftirspurningurin eftir farmi mettur at hava avgerandi týdning fyri, um rakstrargrundarlag verður undir siglingini.