Russland og Ukraina hava enn einaferð útflýggjað lík av deyðum herfólki til hvørt annað.
Sagt verður, at Ukraina hevur fingið 252 lík, og Russland hevur fingið 25, upplýsa partarnir.
Útflýggjanin fór fram við marknaðliðið, Novaja Guta, millum Ukraina og Hvítarussland í dag.
Bæði Russland og Ukraina takka altjóða Reyða Kross-nevndini fyri at hava skipað fyri.
Í september útflýggjaði Russland 252 lík til Ukraina, og Ukraina læt russum 23 lík.
Stóri munurin verður ofta sagdur at vera, at russar hava tikið seg fram, samstundis sum ukrainar hava tikið seg aftur.
Og tað er ikki altíð, at ukrainar, sum tóku seg aftur, hava megnað at fingið síni falnu herfólk við sær.
Sagt verður, at útflýggjanin av líkum hjá hvørjum øðrum eru eitt av fáum tingum,. sum stríðandi partarnir kunnu semjast um.