info
Ongi úrslit

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

Maria Jacobsen og Heidi E. Hammer
22. oktober 2026 kl. 16:34

Landsstýrið ætlar nú at veita fíggjarliga sperdum húskjum eitt eyka orkuískoyti á 5.000 krónur. Tað er sjálvandi kærkomið. Men latið okkum ikki látast, sum um hetta loysir tann grundleggjandi trupulleikan.

Hvør kann liva fyri 16.000 krónur um mánaðin í Føroyum í dag?

Við einari húsaleigu á 8.500 krónum (fyri eina húsaleigu hjá Bústøðum á bygd) og útreiðslum til el og hita, sum lætt kunnu vera 3.000 krónur um mánaðin, eru bert 4.500 krónur eftir til mat, heilivág, tryggingar, telefon, flutning og alt annað, sum hoyrir einum vanligum lívi til.

Og so kemur ognarmarkið!

Skal ein fyritíðarpensjónistur revsast fyri at hava spart nakrar krónur saman til eina óvæntaða rokning, ein leka í tekjuni ella eina neyðuga bilumvæling?

Síðani nær er tað vorðið skeivt at taka fíggjarliga ábyrgd?

Vit skulu ikki hava eina skipan, sum eggjar fólki til at tøma sína uppsparing fyri at fáa hjálp. Vit skulu hava eina skipan, sum tryggjar, at fólk kunnu varðveita eitt sindur av fíggjarligum tryggleika.

Og so hoyra vit aftur og aftur, at varandi loysnir taka tíð.

Ja, men nær byrjar arbeiðið? Hvar er ætlanin? Hvar eru tíðarfreistirnar?

At siga, at broytingar taka tíð, kann ikki framhaldandi brúkast sum umbering, tá eingin ítøkilig og tíðarsett ætlan er løgd fram fyri, hvussu fyritíðarpensjónistar skulu fáa betri kor.

Rokningarnar bíða ikki. Matvøruprísirnir bíða ikki. Og fyritíðarpensjónistar kunnu ikki arbeiða seg burtur úr trupulleikanum, tá arbeiðsførleikin er varandi skerdur.

5.000 krónur kunnu bjarga jólunum hjá summum. Men hvør skal bjarga januar, februar og øllum hinum mánaðunum?

Tað er upp á tíðina, at politikarar gevast við at viðgera fátækradømi sum ein fyribils trupulleika, ið kann loysast við einum hjálparpakka undan jólum.

Vit krevja ikki olmussu. Vit krevja eina pensjón, sum ber til at liva av.

Vit skulu liva – ikki bara yvirliva!

Maria Jacobsen

Heidi E. Hammer

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

20. oktober kl. 10:58

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

0 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

46 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

50 minuttir síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

1 tími síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

2 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

2 tímar síðan
Tíðindi

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

2 tímar síðan
Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

5 tímar síðan
Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

5 tímar síðan
Tíðindi

Djóni Nolsøe Joensen tikið sæti á tingi

5 tímar síðan
Tíðindi

MobilePay nærk­ast Før­oy­um – lóg­ar­forð­ing­in skal nú burtur

5 tímar síðan