Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at seinastu samrøðurnar millum Russland og USA einki hava broytt, og hetta sigur hann, tí russar á ongan hátt hava hildið seg aftur við at fremja álop á Ukraina.
- Síðan í gjárkvøldið hava "humaniteru" russararnir sent tríggjar bylgjur av ballistiskum rakettum móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, skrivar ukrainski forsetin á X, fyrrverandi Twitter, í dag.
Hann vísir á, at íbúðarbygningar, keypsmiðstøðir og aðrir bygningar eru millum málini, sum russiskar rakettir eru skotnar eftir - ja, sjálvt eitt klostur hevur fingið skaðar í álopunum.
Sambært ukrainska forsetanum lótu tvey sivilfólk lív í russisku álopunum í nátt, og í minsta lagi 24 fólk fingu løstir, harímillum fimm børn.
Útlendskir miðlar skriva í dag, at Volodymyr Zelenskyj ikki av tilvild brúkti orðið "humaniterir" russar um álopini í nátt. Hetta var nevniliga orðið, sum serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, í gjár brúkti um russiska forsetan, Vladimir Putin.
Lesið eisini: Putin er humanistur
https://in.fo/grein/witkoff-rosar-putin-tu-ert-ein-humanistur