Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur skipaður sandflogbóltur í dag verið leiktur á Sandi.
Tað vóru trý kvinnulið, sum kappaðust í morgun, og nú seinnapartin kappast trý lið hjá monnum.
Veðrið hevur verið gott. Hann hevur lotað høgur í ættini, og tað hevur verið turt í allan dag.
Sólin hevur kagað fram ein fittan part av degnum, og tað hevur verið hugnaligt at fylgt dystunum Niðri á Sand.
Hetta er eisini fyrstu ferð, at leikarar úr B71 hava luttikið í kapping í sandflogbólti, sum Flogbóltssamband Føroya skipar fyri.
Í sandflogbólti kappast tvey á hvørjum liði, so í dag vóru luttakandi leikararnir í kvinnukappingini seks í tali.
Á fyrsta plássi endaðu Jakobina og Milja, á øðrum plássi Súsanna og Rósa, og á triðja plássi Bylgja og Julie.
Her eru nakrar myndir frá kappingini í morgun, sum vardi til nakað út á seinnapartin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##


























