Danmark vil økja hernaðarligu hjáveruna í Føroyum við venjingum, eftirlitsflúgving við stríðsflogførum og vitjanum av herskipum. Men nýggja støðan hjá Føroyum ger, at Danmark ikki longur kann taka føroyska undirtøku fyri givið, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
RÚV varpar í dag ljós á broyttu støðuna hjá Føroyum í verju- og trygdarmálum og á, hvussu nýggja geopolitíska støðan í Norðuratlantshavi hevur broytt føroyska hugburðin til hernaðarliga virksemið í Føroyum.
Danskir myndugleikar vilja hava størri hernaðarliga hjáveru í Føroyum. Ætlanir hava millum annað verið frammi um hernaðarvenjingar, eftirlitsflúgving við stríðsflogførum og fleiri vitjanir av herskipum.
Men tað hevur víst seg at vera meira torgreitt hjá donsku stjórnini at fáa eina avtalu um hetta, enn roknað varð við.
RÚV hevur tosað við Heina í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum.
Føroyar hava fingið sterkari støðu
Sambært RÚV er talan um eina størri broyting í ríkisfelagsskapinum. Føroyar hava fingið eina sterkari samráðingarstøðu, nú trygdarpolitiski týdningurin av Norðuratlantshavi er vaksin.
Verjumál eru formliga danskt málsøki, men danskir myndugleikar kunnu ikki uttan víðari rokna við politiskari undirtøku í Føroyum til økt hernaðarligt virksemi.
Samstundis hava Føroyar seinnu árini fingið ein meira sjálvstøðugan leiklut uttanríkispolitiskt, og nýggja geopolitíska støðan hevur gjørt Føroyar meira týðandi í trygdarpolitiskum høpi.
RÚV vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í Norðuratlantshavi hava fingið í nýggju heimsstøðuni.
Tað ávirkar eisini støðuna hjá Føroyum og sambandið við Danmark.
Heini í Skorini metir sambært RÚV, at hendingarnar í ár hava broytt føroyska hugburðin til verjumál og givið Føroyum eina aðra støðu, tá samráðst verður við Danmark um hernaðarligt virksemi í Føroyum.
Kelda: RÚV











