VIDEO: Áki legði upp til tvey mál tá Mjällby vendi 0-3 til 4-3 sigur

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Sirius 4-3 (0-3)

Í 84 minuttir var Áki D. Samuelsen í dag partur av einum heilt ótrúliga góðum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag. 

 

Áki og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr Uppsala í steðginum í dystinum í Hällevik, og tað sá svart út. 

 

Men í seinna hálvleiki vendi Mjällby øllum á høvdið. 

 

Olle Lindberg minkaði um munin til 1-3 longu í fyrsta minutti av seinna hálvleiki. Átta minuttir seinni legði Áki upp til Jacob Bergström, ið minkaði um munin til 2-3, og nú var eldur í. Fagnaðurin var stórur, tá Áki aftur í 77. minutti aftur legði upp til Jacob Bergström, ið javnaði til 3-3. Áki var klappaður av vøllinum í 84. minutti, men liðfelagar hansara vildu enn meira. Tá klokkan vísti 87 minuttir skoraði Olle Lindberg sigursmálið til 4-3 til Mjällby. Ein heilt ótrúlig prestasjón av Áka og liðfeløgum hansara.

 

Tá Áki legði upp til bæði málini var talan um góðar fríspælingar. Í fyrra førinum ein stutt sending, og í seinna førinum ein lang og presis sending. 

 

Tá liðini hittust 3. juli í Uppsala var Sirius á odda bæði 3-0 og 4-2, men tá megnaði Mjällby javnleik 4-4. Tá skoraði Áki tvey mál til støðurnar 3-1 og 3-2. 

 

Samlaði málmunurin millum Mjällby og Sirius er í hesum kappingarárinum: 8-7 til Mjällby. 

 

Hjá Sirius er ikki talan um so stóran skaða. Teir eru langt fremst í deildini við 42 stigum. Teir eru 12 stig frammanfyri næstfremsta liðið, Hammarby. Tó eru 13 leikumfør eftir. 

 

Tíverri gjørdist eingin spælitíð til Martin Agnarsson í dag.

 

Fyri sítt góða avrik fær Áki karakterin: 8,6 (av 10 møguligum), og er sambært Soccerstand besti leikarin á vøllinum. Frá Sofascore fær Áki karakterin: 7,7. Sofascore gevur Jacob Bergström karakterin: 8,8, og hevur hann sum besta leikaran í dag. Óannsæð eitt framúr gott avrik hjá Áka í dag.

 

Sigurin gagnaðist væl hjá Mjällby. Teir eru nú nummar 10 í deildini við 20 stigum, og teir hava sjey stig niður til næstaftasta liðið, Örgryte. 

 

Komandi hósdag klokkan 17 spælir Mjällby á heimavølli fyrra røkk støkk dystin um at sleppa í deildarspælið í Europa League. Dysturin verður móti eysturríkska liðnum, Salzburg. Kiksar tað yvir tveir dystir, so skal liðið hjá Áka og Martini royna seg í deildarspælinum í Conference League. 

 

HER eru hæddarpunktini frá minniliga dystinum Mjällby-Sirius 4-3 (0-3):

 

##med2##