Dánjal Godtfred var ferfaldur málskjútti

1. DEILD: Eftir óvæntað tap á útivølli ímóti FC Hoyvík vann FC Suðuroy í dag trivaligan heimasigur ímóti EB/Streymi

Tað gekk sum eftir ánni hjá heimaliðnum, tá ið FC Suðuroy á ljósfestini í Vági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Eftir snópisligt 1-0 tap á útivølli ímóti FC Hoyvík fyri einari viku síðani reisti FC Suðuroy seg og vann 6-1. Hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Stóri maðurin á Vágseiði var Dánjal Godtfred hjá heimaliðnum, sum var ferfaldur málskjútti. Hann setti hol á, áðrenn 10 minuttir vóru farnir, og í síðsta minutti setti hann punktum, tá ið hann skoraði til 6-1.

 

Vágbingar skoraðu øll málini, tí tað var Fríði Holm, sum í ár spælir við EB/Streymi, sum kløkkaði heimaliðið, tá ið hann á hálva tímanum javnaði til 1-1.

 

Eftir steðgin var eingin ivi. Sjey minuttir eftir steðgin legði Dánjal Godtfred heimaliðið aftur á sigurskós, og áðrenn 70 minuttir vóru farnir, økti hann um munin til 3-1. Og so var tað innskifti Mattias Dahl Djurhuus, sum økti um munin bæði til 4-1 og 5-1, áðrenn Dánjal Godtfred setti punktum.

 

30 ára gamli Dánjal Godtfred hevur ikki verið so drúgvur á liðnum í ár, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Nú hevur hann skorað fimm mál.

 

Næsta uppgávan hjá FC Suðuroy, sum er á triðja plássi við 38 stigum, um eina viku, tá ið NSÍ verður gestur á Vágseiði.

 

Um eina viki fær EB/Streymur, sum er aftast við sjey stigum, vitjan av TB.