Amerikanarar seta revolvaran fyri pannuna á føroyingum

Tað vera ikki vit í Føroyum sum gera av, um vit sleppa drepa grind ella ikki, heldur løgtingsmaður

Tað verða ikki vit í Føroyum, sum koma at gera av, um vit framhalandi skulu drepa grind í Føroyum, ella ikki. Tað er Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, púra greiðir um.

Sum vit skrivaðu í áðni, viðger Løgtingið eitt uppskot um at seta bann fyri, at kópur verður avlívaður í sambandi við aling.

Tað eftir kravi úr USA, at hetta verður gjørt, tí annars sleppa vit ikki longur at selja laks í USA

https://www.in.fo/news-detail/news/reydar-lampur-foru-at-lysa-hja-loegtingslimum/Les meiri her: Reyðar lampur fóru at lýsa hjá løgtingslimum

– Hetta er at seta revolvaran fyri pannuna á okkum føroyingum, tí tað skerjir okkara rætt, sigur Johan Dahl.

Og tað undrar hann eisini, at hesi krøvini bara vera sett alivinnuni, og ikki øðrum vinnum. Men samstundis heldur hann, at vit eru ein so lítil og viðbrekin tjóð, at tað vera ikki vit, sum gera av um vit drepa grind í framtíðuna.

Tað vera tað onnur, sum fara at gera av, og tað einasta, sum vit so skulu taka støðu til, er um vit so eru sinnað at útihýsa okkum frá øllum marknaðinum, heldur hann.

– Vit kunnu siga og gera, hvat vit vilja, men eg ivist í, um onnur lond leggja petti í, hvat vit siga, sigur landsstýrismaðurin.

– Vit mugu vera realistisk á hesum øki.Hetta er ein herskin biti at svølga, men tað verður man noyddur til viðhvørt, sigur løgtingsmaðurin.

Hann heldur, at vit kunnu gambla við okkara vælferð, men kemur tað til skarpskeringar,verða tað ikki vit, sum gera av, hvussu verður við okkara rætti á hesum øki.

– Tað verða onnur, sum gera av, um vit skulu sleppa at drepa grind ella ikki, tí vit verða stýrd av teimum londum, vit útflyta okkara vørur til, sigur sambandsmaðurin.