Miðvágur klárur til vestanstevnu

Tað eru Miðvágs Róðrarfelag, Miðvágs Bóltfelag og Miðvágs Badmintonfelag, sum í felag skipa fyri stevnuni

 

Tað er Miðvágur, sum í ár er karmur um vestanstevnu, og sum siður er, savnar stevnan fólk úr øllum Vágum og aðrastaðni úr Føroyum til nakrar dagar við kappróðri, mentan og savnandi tiltøkum. 

 

Tað eru Miðvágs Róðrarfelag, Miðvágs Bóltfelag og Miðvágs Badmintonfelag, sum í felag skipa fyri stevnuni. 

 

Á skránni er kappróður, ítróttur, tónleikur, familjutiltøk og nógv annað, og fyrsta tiltakið byrjaði longu seinnapartin týsdagin í hesi vikuni.

 

Um heimasíðuna hjá Vága kommunu – www.vaga.fo – kann øll skráin fyri stevnuna lesast, og her er nógv forvitnisligt at fara til og uppliva hjá bæði børnum, ungum og vaksnum.

 

Miðvágur er klárur at taka ímóti vestanstevnuni.   

 

Í sambandi við stevnuna hevur Vága kommuna seinastu vikurnar arbeitt við at fyrireika miðstaðarøkið í Miðvági.

 

Arbeitt hevur verið við at fríðka um bygdina, nýtt fríøki er gjørt við gamla hondbóltsvøllin, nýggj ljós eru sett upp í viðarlundini, og arbeiðið við nýggja útipallinum er liðugt. 

 

Í Vága kommunu siga tey, at útipallurin verður alment tikin í nýtslu, tá vestanstevnan verður sett í kvøld.

 

- Síðan verður pallurin framyvir karmur um konsertir, framførslur og ymisk onnur tiltøk í miðstaðarøkinum. 

 

Sagt verður, at arbeiðsfólk hjá kommununi saman við Ung í arbeiði hava arbeitt við at fríðka um bygdina, soleiðis at Miðvágur er væl fyrireikaður at taka ímóti teimum mongu vitjandi, sum væntast til stevnuna. 

 

- Vit ynskja øllum eina góða vestanstevnu og eitt gott summar, siga tey í Vága kommunu.