Avgerð nærkast um risastórt oljufelt við Hetland

Almenna hoyringin um umstrídda Rosebank-oljufeltið er liðug. Nú skulu bretsku myndugleikarnir taka endaliga støðu til verkætlanina, sum er mett at kosta 8,7 milliardir pund.

Avgerðin um, hvørt farið verður undir at útbyggja stóra Rosebank-oljufeltið í ein útnyrðing úr Hetlandi, er komin eitt stig nærri.

 

Almenna hoyringin um verkætlanina er endað. Eftir viðgerð hjá bretska eftirlitsstovninum fyri frálandavinnu og umhvørvi verður málið lagt fyri ráðharra til endaliga avgerð.

 

Rosebank liggur umleið 130 kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi og er størsta oljufeltið í økinum, sum enn ikki er útbygt. Samlaða nøgdin av olju og gassi verður mett at svara til meira enn 350 milliónir tunnur av olju. Økið liggur bara 15 kilometrar frá føroyska sjómarkinum.

 

Adura, sum er stovnað eftir samanleggingina av bretsku frálandsvirkseminum hjá Equinor og Shell, stendur fyri verkætlanini. Felagið metir, at útbyggingin fer at kosta 8,7 milliardir pund.

 

Sambært Adura kann verkætlanin skapa umleið 3.500 arbeiðspláss, tá byggingin er í hæddini. Tá framleiðslan er komin í gongd, væntar felagið, at Rosebank fer at tryggja 880 arbeiðspláss og 125 lærlingapláss.

 

Ætlanin er at framleiða umleið 69.000 tunnur av olju um dagin, tá framleiðslan er størst. Tað svarar sambært felagnum til umleið tíggju prosent av væntaðu oljuframleiðsluni á bretska landgrunninum.

 

Oljan verður ikki førd um Hetland, men gassið skal leiðast í rørleiðing til oljustøðina í Sullom Voe.

 

Mótstøða frá veðurlagsfelagsskapum

 

Arbeiðið við Rosebank er hildið fram, hóast ein rættaravgerð hevði við sær, at bretska stjórnin mátti endurmeta góðkenningina. Veðurlagsfelagsskapir høvdu lagt málið fyri rættin.

 

Umhvørvis- og veðurlagsfelagsskapir bæði í Hetlandi og aðrastaðni hava heitt á bretsku stjórnina um ikki at góðkenna feltið. Fakfeløg og oljuvinnan vísa hinvegin á arbeiðsplássini og búskaparliga virksemið, sum verkætlanin kann skapa.

 

Hetlandski tinglimurin Hannah Mary Goodlad, sum áður arbeiddi hjá Equinor, sigur, at málið ikki verður avgjørt av skotsku stjórnini. Hon heldur, at bæði arbeiðspláss, innkeyp í heimliga vinnulívinum, útlát og onnur viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina.

 

Verður verkætlanin endaliga góðkend av bretsku stjórnini, kann framleiðslan á Rosebank byrja í 2027.

 

Kelda: Shetland News