BBC-vertur misbrúkti 200 gentur

Bretar eru skelkaðir, eftir at tað er komið undan kavi, at tann kendi BBC-verturin Jimmy Savile, sum doyði í fjør, neyðtók og framdi annan kynsligan ágang ímóti knappliga 200 gentum.

Jimmy Savile var í mong ár ein tann best umtókti verturin hjá BBC, og tá hann fór til gravar í býnum Leeds í oktober í fjør, vóru ikki færri enn 4.000 fólk og fylgdu.

Nú hevur ein sjónvarpssending avdúkað eina heilt aðra mynd av tí væl umtókta manninum. Í sendingini greiddu fleiri kvinnur frá, at Jimmy Savile hevði gjørt seg inn á tær, tá tær vóru ungar gentur, og í nøkrum førum hevði hann neyðtikið gentur inni í hølunum hjá BBC.

Jimmy Saville var eisini kendur fyri sítt vælgerandi arbeiði fyri børn á bretskum sjúkrahúsum, men nú er komið fram, at hann gjørdi seg eisini inn á summi av hesum børnunum. Í 1990 gjørdi Elizabeth drotning Jimmy Savile til riddara fyri hansara vælgerðararbeiðið, men aftan á avdúkingarnar ætlar David Cameron, forsætisráðharri, at kanna, um tað ber til at taka Sir-heitið frá honum.