Teir telja av álvara niður í B71. Í dag vunnu sandoyingar 3-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík, og nú tað resta átta dystir av hesum kappingarárinum, eru 47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika at taka uppflytingarplássið frá sandoyingum. Soleiðis verður tað ikki, og nú fyrireika tey í B71 seg stóru uppgávuna, sum tað í 2027 verður aftur at spæla í Meistaradeildini.
Tað kann væl vera, at uppflytingin verður staðfest, áðrenn august verður liðugur. Um eina viku fær B71 vitjan av Víkingi, sum er einasta liðið, ið kann taka oddasessin frá sandoyingum, og 29. august verður B36 gestur inni í Dal.
Áðrenn flytingarvindeygað læt aftur, skrivaði B71 undir sáttmála við ein nýggjan danskan spælara. Hann er 25 ára gamal og eitur Nicholas Sejr. Tvær tær undanfarnu ferðirnar er hann skiftur inn. Í dag var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri álitið við at skora tvey mál.
Í síðsta minutti undan steðginum legði hann B71 á odda 1-0 eftir sending frá Jonathan Nielsen Canto, og sjey minuttir eftir steðgin økti Nicholas Sejr um leiðsluna til 2-0. Tá var tað Eric Oteng, sum átti uppleggið. Eitt stórt korter undan leikloki var tað Eric Oteng, sum við brotssparki staðfesti 3-0 B71 sigurin. 25 ára gamli ganesiski álopsspælarin hevur nú skorað átta mál.
FC Hoyvík hevur 19 stig og kappast fyri og fremst við HB um at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna. Um eina viku fer FC Hoyvík í Gundadal at spæla ímóti HB.











