Hvussu verður við lærlingafrádráttinum undir barsli?

Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at greiða frá, hvussu viðurskiftini eru við lærlingafrádráttinum, tá lærlingar fara í barnsburðarfarloyvi.

Kristian Krog Hentze hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning um lærlingafrádrátt undir barsli. 

 

Spurningurin er stuttur og greiður:

 

– Hvussu eru viðurskiftini við lærlingafrádrætti hjá lærlingum, tá teir eru í barnsburðarfarloyvi?

 

Kristian Krog Hentze setti fyrispurningin í Løgtinginum 14. august.

 

Talan er um fyrispurning 52-011/2026, og hann er stílaður til Aksel V. Johannesen sum landsstýrismann í fíggjarmálum.

 

Enn fyriliggur einki svar frá landsstýrismanninum á málinum.