Grimsby legði frá landi við einum sigri

Talan gjørdist um fulla spælitíð til David Geza Turi

Geza David Turi spældi allan dystin, tá Grimsby Town legði fyri í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two við einum sigri.

 

Á heimavølli á Blundell Park leikvøllinum vann Grimsby 1-0 á Exeter. Harvey Rodgers skoraði sigursmálið 10 minuttir undan steðginum.

 

Grimsby hevði væl fleiri málmøguleikar enn útiliðið, og talan var um ein uppibornan heimasigur. 

 

Geza fær fyri avrik sítt karakterin: 6,9 (av 10 møguligum) frá bæði Sofascore og Soccerstand. 

 

Komandi leygardag klokkan 12.30 hevur Grimsby dyst á útivølli móti Walsall. Talan er um heili 46 leikumfør í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini.