Tað upplýsir amerikanska oljufelagið Greenland Energy Company fyri DR. Boðini eru eisini váttað fyri KNR og Sermitsiaq.
Í juni kunngjørdi Dr. Phil, at hann fór til Grønlands at taka upp eina dokumentarrøð um ætlanir hjá felagnum at leita eftir olju.
Men sambært stjóranum í Greenland Energy Company, Roderick McIllree, hevur Dr. Phil ongar ætlanir um at vitja hvørki Ittoqqortoormiit ella Eysturgrønland í ár.
Hann sigur, at møguligar komandi vitjanir fara at verða lagdar til rættis í samstarvi við lokalsamfelagið, um áhugi er fyri tí.
Enn er ógreitt, hvat verður av dokumentarrøðini, sum skuldi vera í seks pørtum.
Greenland Energy Company samstarvar við bretska felagið 80 Mile, sum eigur trý eldri loyvir til oljuleiting í Grønlandi. Grønlendska landsstýri steðgaði veiting av nýggjum oljuloyvum í 2021, men eldri loyvi eru framvegis galdandi.
Dr. Phil hevur sjálvur ikki viðmerkt avlýsingina.











