Pauli millum fimm teir mest spennandi at fylgja

Tað er EHF (European Handball Federation), sum hevur gjørt listan yvir fimm spælarar, sum eru verdir at fylgja í U20 EM

 

- Strandingurin, Pauli Rasmussen, er millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM. Tað vísir ein listi yvir fimm spælarar, sum eru verdir at fylgja í kappingini.

 

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu í kvøld - www.sjovar.fo 

 

Komandi dagarnar skal føroyska U20 liðið í hondbólti spæla U20 European Championship 2026 í Rumenia.

 

Tað er EHF (European Handball Federation), sum hevur gjørt listan yvir fimm spælarar, sum eru verdir at fylgja í kappingini.

 

- Ein av leikaranum er strandingurin, Pauli Rasmussen. EHF vísir á, at sterki strandingurin hevur gjørt bart í heimligu kappingini, í Evropa og á landsliðunum.

 

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður víst á, at Pauli Rasmussen er á listanum saman við stórum útlendskum nøvnum, so eitt nú Marcos Fis úr Spania og Rasmus Ankermann úr Týsklandi, sum eisini er liðfelagið hjá Eliasi á Skipagøtu í Kiel.

 

- Aðrir á sama lista eru Codrin Dascalu úr Rumenia og Aljuš Anžic úr Slovakia. 

 

Um Paula Rasmussen skrivar EHF:

 

"... Toppskjúttin fyri felag sítt, eisini í Evropa, har St.Í.F royndi seg aftur síðsta kappingarár. 27 mál í U19 HM í fjør, har hann var ein undangongumaður hjá Føroyum, og aftur hesaferð verður hann millum mest týðandi álopsvápnini..."

 

EHF (European Handball Federation) hevur 19-ára gamla føroyingin sum ein av sínum fimm mest spennandi spælarum at fylgja í U20 EM-endaspælinum í Rumenia, sum byrjar í morgin, mikudagin 8. juli.

 

- Pauli Rasmussen hevur gjørt bart seinastu árini og millum annað fingið fyrstu A-landsliðsminuttirnar. Lámi bakkurin, sum eisini kann spæla á veinginum, skiftir eftir EM-endaspælið úr barndómsfelagnum St.Í.F til TMS Ringsted.

 

Føroyar eru í bólki B í kappingini í Rumenia. Hini liðini í bólkinum eru Serbia, Sveis og Turkaland. 

 

- Pauli Rasmussen og hinir fóru av landinum mánadagin, og klokkan 17.30 mikudagin 8. juli verður fyrsta uppgávan í EM, skrivar heimasíðan - www.sjovar.fo 

 

Fyrstu dystirnir verða hesir:

 

Mikudagin 8. juli klokkan 17.30:

Serbia-Føroyar

 

Hósdagin 9. juli klokkan 12.30:

Føroyar-Turkaland

 

Leygardagin 11. juli klokkan 17.30:

Sveis-Føroyar