Gunnar Vatnhamar skuldi av røttum byrja inni í fyrra Champions League undankappingardystinum hjá Víkingi Reykjavík móti ungarsku meistarunum, Györ.
Men beint undan dystarbyrjan bleiv Gunnar skaddur í upphitingini, og tí mátti Sveinn Gísli Þorkelsson traðka til sum avloysari.
Tað gjørdist tó eitt gott kvøld hjá heimaliðnum á Víkingsvøllinum í Reykjavík. Víkingur vann dystin 1-0 við einum sigursmáli Nikolaj Jacobsen skoraði upp á ein returbólt í 91. minutti.
Returdysturin verður leiktur í Ungarn komandi týskvøld klokkan 18.











