Tað verður tungt í Luksemborg men KÍ hevur megnað sovorðið áður

Klaksvíkingar fara við teprari leiðslu niður til Luksemborg at verja tepra leiðslu, sum varð vunnin á heimavølli í kvøld

Eina løtu sá tað út til, at tað fór at enda, sum tað gjørdi fyri tveimum árum síðani, tá ið KÍ vann 20 á heimavølli ímóti meistaraliðnum úr Luksemborg og so megnaði at vinna seg víðari í kappingini við málleysum úrsliti á útivølli.

 

Soleiðis endaði tað tó ikki í kvøld. Gestirnir úr Luksemborg minkaðu eftir 57 minuttir um munin til 2-1. Tiago Rodriguez Da Costa var merkiliga leysur mitt fyri málinum eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Toufik Zeghdane.

 

Málið var vátur klútur í andlitið á heimaliðnum, sum legði bragdliga fyri eftir steðgin, tá ið tað eydnaðist at økja um leiðsluna til 2-0.

 

Undan steðginum og fyrstu løtuna eftir steðgin var tað KÍ, sum setti dagsskránna. Tá ið eitt lítið korter var farið, var tað vongverjin í vinstru Jean Carlos De Brito, sum eftir fínt uppspæl átti innleggið, og Oussama Ali, sum serliga í fyrra hálvleiki var væl upplagdur framrættaður í vinstru, stýrdi við høvdinum bóltin í málið.

 

Klaksvíkingar høvdu orsøk at fara væl nøgdir av vøllinum at rinda møðina og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik, og tá løgdu teir væl fyri. Árni Frederiksberg legði við frísparki fram úr vinstru, og mitt fyri málinum var Páll A. Klettskarð so leysur, sum eingin verja eigur at geva honum loyvi at vera. Páll takkaði fyri og smekkaði við høvdinum bóltin í málið og legði seg undir liðina á Árna Frederiksberg á europeiska máltindinum hjá føroysku feløgunum. Teir hava báðir skorað 14 mál.

 

At gestirnir eftir ein lítlan tíma minkaðu um munin bar við sær, at KÍ varð órógvað, og tað sást aftur í avrikinum, at fleiri av spælarunum vóru troyttir og smáskaddir. Tað var dyggur smeitur, at liðformaðurin og besti miðvallarin higartil í ár Jákup B. Andreasen ikki var førur fyri at spæla, og at Gilli Rólantsson Sørensen noyddist skaddur av vøllinum og álitismaðurin Deni Pavlovic harvið noyddist av miðvøllinum og aftur í miðverjuna.

 

Fyri føroyskan fótbólt kemur 2-1 KÍ sigurin væl við, tí tað telur upp í roknskapinum.

 

Um KÍ fer at vinna seg víðari í Champions League fæst at vita mikukvøldið í næstu viku í Luksemborg. Undir øllum umstøðum verður tað strevið. Mótstøðuliðið kendist í kvøld ikki vera heilt samanspælt, og talan var um nógvar nærdystir og ikki so polerað fótbóltsspæl, og dagsskráin verður ivaleyst tann sama í Luksemborg, har hitastigini ivaleyst vera fleiri, enn tey 10, sum í kvøld vóru í slavnu luftini í Klaksvík í kvøld.

 

Men KÍ hevur tepra leiðslu í viðførinum, og um fleiri vera tøkir, enn tað í kvøld vóru, og spælskipanin verður tann rætta, so kann tað fara at eydnast at endurtaka málleysa javnleikin í Luksemborg fyri tveimum árum síðani. Og um tað eydnast, so fer KÍ at hava atgongumerki til annað umfar í Champions League heimaftur við sær.

 

KÍ hevur á útivølli áður megnað størri uppgávur enn hesa.

 

 

 

KÍ – Atert Bissen Luksemborg 2-1 (1-0)

 

1-0: Oussama Ali 13.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 50.

 

2-1: Tiago Rodriguez Da Costa 57.

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Gilli Rólantsson Sørensen (Jonn Johannesen, 69.), Jean Carlos De Brito – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Deni Pavlovic (Símun Kalsø, 84.), Oussama Ali (Hampus Näsström, 95.) – Páll A. Klettskarð  

 

Gult kort: Símun Kalsø, Jean Carlos De Brito

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Nicolai Christensen, Rani Josephsen, Daniel Johansen, Jákup B Andreasen, Filip Brattbakk, Martin Rodrigo Gonzales, David Reynheim, John Ziska Joensen

 

Venjari: Magnus Powell