Drona skotin móti heiminum hjá Netanyahu

Ein drona er skotin móti privata heiminum hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, í býnum Kesarea.

Summarbústaðurin hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, í Norðurísrael hevur verið fyri einum dronuálopi, sigur ein talsmaður. Eingin er komin við nøkrum. (Savnsmynd). - Mynd: Nir Elias/Ritzau Scanpix

Tað segði talsmaður hansara sambært tíðindastovuni Reuters í dag.

Reuters skrivar, at talan er um summarbústaðin hjá forsætisráðharranum.

Eingin fekk skaða. Sambært talsmanninum var Netanyahu ikki heima, tá dronan varð send - eftir øllum at døma úr Libanon.

Ísrael hevur næstan dagliga verið fyri raketálopum av libanesiska felagsskapinum Hizbollah síðani 7. oktober í fjør, tá Hamas leyp á Ísrael úr Gaza og drap 1.200 fólk.

Í morgun høvdu hvørki Hizbollah ella aðrir hernaðarligir bólkar tikið ábyrgdina av álopinum á heimið hjá Netanyahu, skrivar Reuters.

/Ritzau/