Víkingur Reykjavík var aftanfyri 0-2 og 2-3 - men vann 4-3 á Akranesi

Nú manglar bara meistaraskapsfinalan hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum móti Breiðablik

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vóru í ringum skørum í útidystinum móti Akranesi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Í steðginum var Víkingur aftanfyri 0-2, og í 86. minutti legði Akranes seg á odda 3-2. Men við einum fantastiskum endaspurti eydnaðist tað Víkingi at skjóta tvey mál, og harvið vinna dystin 4-3.

 

Sigursmálið hjá Danijel Dejan Djuric var skotið seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Víkingur hevur nú 59 stig og málmunin pluss 38 undan seinasta umfarinum. Breiðablik sum spælir móti Stjörnuni klokkan 18 hevur 56 stig og málmunin pluss 28. Tí hevur Víkingur fyrimunin undan seinasta dystinum hetta kappingarárið.

 

Sunnukvøldið 27. oktober verður meistaraskapsfinalan á Víkinga-vøllinum í Reykjavík, tá Víkingur tekur ímóti Breiðablik í tí seinasta umfarinum.

 

Áttanda dystin á rað byrjar Patrik Johannesen ikki inni fyri Breiðablik. Gunnar Vatnhamar spældi í dag sum vant allan dystin fyri Víking Reykjavík.

 

Akranes-Víkingur Reykjavík 3-4 (2-0)

1-0 Johannes Vall '42

2-0 Hinrik Harðarson '45

2-1 Erlingur Agnarsson '47

2-2 Nikolaj Hansen '75

3-2 Viktor Jónsson '86

3-3 Erlingur Agnarsson '88

3-4 Danijel Dejan Djuric '96