Sigrar til liðini hjá Janu og Pernille

Føroyingarnir í bestu donsku hondbóltsdeildini fingu fimm av átta møguligum stigum í dag

Fýra føroyskir landsliðsleikarar vóru í leiki í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti seinnapartin í dag.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli 27-25 á Aarhus United. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Jana skoraði tvey mál upp á fýra málmøguleikar, men hon gjørdi tað framúr á assist-yvirlitinum. Jana legði upp til sjey mál og vann liðnum hjá sær eitt brotskast.

 

Viborg er fjórðfremst í deildini við 10 stigum fyri seks dystir. Tær eru tvey stig aftanfyri tey fremstu liðini, Odense og Ikast-Herning.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á útivølli 36-31 á Bjerringbro. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 21-19.

 

Sum so mangan áður var Pernille effektiv í dag. Hon skoraði fýra mál upp á fýra málmøguleikar, og vann liðnum hjá sær tvey brotskøst.

 

Keypmannahavn er nummar seks í deildini við átta stigum fyri seks dystir. 

 

Skanderborg uttan Súnu K. Hansen tók á heimavølli móti Mariu P. Nólsoy og liðfeløgunum í Horsens. Dysturin endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var Horsens á odda 15-14.

 

Maria skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar. Horsens er nummar níggju í deildini við fýra stigum. Bert málmunurin skilur Horsens frá Aarhus, ið er á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu greitt 24-34 (10-15) fyri toppliðnum, Ikast-Herning á útivølli.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av tíðini. Rakul megnaði eina bjarging í teimum seks málroyndunum Ikast-Herning hevði móti hennara máli. 

 

Ringkøbing er aftast í deildini við ongum stigi. 

 

Í næstbestu deildini taptu Bjørk F. Joensen og liðfelagarnir í Randers 24-30 (12-14) fyri Rødovre á útivølli. Bjørk skoraði tvey mál.

 

Randers er næstaftast í deildini við tveimum stigum.