Óli Mittún var millum toppskjúttarnar í heimasigri hjá Sävehof

Sävehof er nú næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini

Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof tók í dag ímóti Önnered í Partille í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof vann grannauppgerðina 32-27. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14. Tá Sävehof kom framum 28-23 stríddi Önnered seg til støðuna 29-27, men seinastu løtuna skoraði heimaliðið tríggjar ferðir og tryggjaði sær sigurin.

 

Óli var saman við Adam Blanche og Pontus Brolin toppskjútti hjá Sävehof. Teir skutu fimm mál hvør. Óli var sambært hagtølunum næstmest effektivi leikarin hjá Sävehof. Bert Adam Blanche var frammanfyri Óla á tí økinum. 

 

Sävehof er næstfremst í deildini við 10 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Ystad sum hevur 12 stig. 

 

Í næstbestu deildini vunnu landsliðsmálverjin, Aleksandar Lacok og liðfelagarnir í Lugi 34-27 á Aranäs á heimavølli Sparbanken Skåne Arena í Lund. Í steðginum var Lugi á odda 18-12.

 

Lugi er nummar seks í deildini við sjey stigum fyri sjey dystir. Västerås er fremst við 14 stigum.