Effersøe-ættin: Tá ið føroyingar fingu eitt eyka umboð í Ríkisdagin

Við løgtingsvalið í 1932 fór Oliver Effersøe burtur úr føroyskum politikki. Bert eitt ár seinni doyði hann sum umboð fyri Venstre í landstinginum. Tá varð hann heiðraður um alt kongaríkið

6. partur

Sambandsflokkurin reinan meiriluta
Í seinasta parti varð greitt frá, tá ið Kristian Djurhuus varð uppstillaður til løgtingsvalið fyri Oliver Effersøe, sum helst varð kroystur at leggja frá sær. Tað er grund til at halda, at tað hevur neyvan dámt Oliver Effersøe, at Kristian Djurhuus gjørdist hansara eftirmaður. Honum dámdi tað nevniliga stak illa, at Kristian gjørdist hansara eftirmaður sum sýslumaður í 1920. Hetta merkti eisini viðurskiftini teirra millum, sum tað er lýst í endurminningunum hjá Kristiani.
Afturat hesum kom at Effersøe var ikki tann, sum dugdi at savna sær atkvøður. Hann hevði avgjørt ikki fólkatekki. Hetta gav at býta í 1918, tá ið hann var nýggjur formaður í Sambandsflokkinum. Onkuntíð fekk Sambandsflokkurin allar teir umdømisvaldu tingmenninar í Suðuroy. Í 1918 fingu teir bert ein, meðan sjálvstýrisflokkurin fekk tríggjar. Hetta tryggjaði Sjálvstýris­flokkinum reinan meiriluta á tingi, bert fáar dagar eftir at flokkurin á fólka­tings­valinum hevði mist sítt umboð, Edvard Mitens, til Sambands­flokkin.
Sambandsflokkurin hevði eisini havt eitt vánaligt val í 1928. Frá at fáa 13 av 23 tinglimum í 1924, og harvið greiðan meiriluta, fóru teir nú niður á 10 av 23.

Oliver ikki afturvaldur í landstingið men kom kortini inn
Hetta gjørdi eisini tað, at Oliver Effersøe ikki varð valdur í Lands­tingið aftur í 1928. Tá valdi ting­meiri­lutin Jóannes Patursson.
Men kortini kom Oliver aftur í landstingið í 1929. Hetta hendi á tann hátt, at tá ið hann ikki varð valdur av føroyingum í landstingið, gjørdist hann varamaður hjá danska vinstraflokkinum. Tá ið ein av teirra gomlu limum í lands­tinginum doyði, tók Oliver við sum danskur landstingsmaður. Nú vóru tískil tríggir føroyingar í ríkisdegnum. Andrass Samuelsen var nevniliga tá í fólkatinginum.
Dimmalætting hevði tá eina grein, har teir heittu á Jóannes Paturs­son um at samstarva við tann meira roynda Effersøe í landstinginum.
Oliver Effersøe var eisini blivin sjúkligur. Hann møtti als ikki á tingi seinastu tvey árini og hevði varamann fyri seg. Umframt hetta búði hann tá í Danmark, so tað vóru góðar grundir hjá Sambands­flokki­num fyri at fáa eitt nýtt og yngri valevni í Suðuroy.
Løgtingsvalið í 1932 gjørdist eisini ein sigur fyri Sambandsflokkin. Teir fingu 11 av 21 tinglimum og harvið aftur meirilutan.

Oliver Effersøe doyr
Longu tann 20. mars 1933 doyr Oliver Effersøe 12 dagar undan hans­ara 70 ára føðingardegi. Heilsan var farin at svíkja eini tvey ár framm­an­undan, men hann var komin hampi­liga væl fyri seg aftur. Nú hevði hann fingið lungnabruna og hetta gjørdist hansara deyði.
Tað er ikki so løgið, at Dimma­lætting er full av lovorðum um Oliver og hansara virki. Blaðið skrivar m.a., at “med Lands­tings­mand Effersøe er en af de største og mest fremragende Personligheder i vort Samfund gaaet bort.”
Umframt kann Dimmalætting endurgeva ein hóp av eftirmælum, sum Oliver fekk í donskum bløðum og frá donskum politikarum eisini frá Stauning forsætismálaráðharra, sum segði seg hava “en betydelig Sympati for den noble Mand. Efter­haanden fik man et indtryk af Stejl­hed hos ham, men det hængte sikkert sammen med hans færøske Natur.”
Formaðurin í Landstinginum Jørgen Jensen Klejs segði m.a. um Oliver:
“Effersøes Virksomhed i det Offentliges Tjeneste var præget af overordentlig Samvittigheds­fuldhed, og hans Gerning saavel i Lands­tinget saavel i Folketinget, hvor han fik Sæde i 1906, og hvis Viceformand han var i flere Samling­er, som senere her i Tinget, bar vidne om, at Færøernes Interesser blev varetaget med Indsigt og Kyndighed paa en Maade, som Øerne kunde være tjent med.”
Rytter gevur sjálvsagt eisini Oliver eitt gott ummæli. Hann hevði jú verið amtmaður í Føroyum, og tá drógu teir eina línu í stríðnum móti sjálvstýrismonnum.
Tað sum annars kemur fram í minningarorðunum er tað, sum fyrst og fremst eyðkendi Effersøe, nevniliga hansara arbeiði fyri “sam­hørighed” við Danmark. Har var eingin slingur í valsinum! Hann var rokn­aður at vera “en god dansk mand”, samstundis sum hann var “en god færing.”
Christmas Møller, konservativi leiðarin, segði, at “der var noget fint og fornemt og tilbageholdende over hele Effersøes Personlighed, som bevirkede, at han ... aldrig nogensinde for Befolkningen kom til at staa paa en mere fremtræd­ende Plads.” Møller tekur annars til hvussu gott umboð Oliver hevði verið fyri Føroyar.

Arbeiddi væl fyri Føroyar
Samb. Andrass Samuelsen hevði Effersøe dugað væl at arbeiða fyri Føroyar. Eitt dømi var, at hann í 1913 fekk gjøgnumført eina havnarlóg, og eftir henni vóru nógvar havnir bygdar í Føroyum.
Oliver fekk eisini æruna fyri sum fólkatingsmaður, at lógin um bann fyri fríari sølu av rúsdrekka varð sett í verk í Føroyum.
Tað vóru fleiri minningarorð í donskum bløðum sum Dagens Ny­heder, Berlingske Tidende, Ros­kilde Dag­blad og Viborg Stifts Folkeblad.
Landstingslimurin J.V. Christen­sen skrivaði í Ringsted Folketidende, at Effersøe “led ofte under et tungt Sind, og det kunde gøre, at han virkede mere afvisende end han i virkeligheden var. Kom man ham paa nærmere Hold mærkede man hans varme Hjerte – først og fremmst over for de Øer, som havde al Hans Kærlighed.

Stórsligin jarðarferð
Oliver varð jarðaður frá Ordrup Kirke norðanfyri Keypmannahavn, har hann búði. Nógvir av spíssunum í donskum politikki fylgdu honum.
Prósturin Munck segði umframt at umrøða hansara almenna virki, at “Effersøe var en stærkt indadvendt Mand, for hvem Hjemmet og hans Kære betød saa overordentligt meget. Det levede han i, og der hent­ede han sin Kraft og Glæde. Men det var ogsaa der han hentede sin store Sorg ved hans elskede lille Drengs Død for 11 Aar siden.”
Millum berararnar vóru Svenn­ing Rytter og Andrass Samuelsen.
Andrass Samuelsen talaði eisini á grøvini.

Eftirmælið hjá Tingakrossi:
Mikukvøldið frættist úr Keyp­manna­havn, at Oliver Effersøe, lands­tings­maður var deyður. Hann hevði verið sjúkur leingi og seinasta árið kom hann mest­sum einki á ríkisdagin.
Í føroyskum politikki, sum eini 30 ár hevur verið merktur av honum, var hann langt síðan bara eitt navn.
Tað var úti móti heysti 1905, at Dimmalætting skrivaði, at Oliver Effersøe var borin til ein hægri sess enn løgtingssess. Hann sat tá saman við Jóannesi Paturssoni sum løg­tingsmaður fyri Suðuroynna, men var annars lítið gitin sum annað enn politimeistari á Tvøroyri.
Várið aftaná, í 1906, var fólka­tingsval. Hann fekk tá ríkisdags­sessin við slíkt buldur og gný, sum eingin hevur minst í Føroyum fyrr.
Hann var annars vanur at herska og fáa tað fram, hann setti sær fyri í sínum dagliga gerningi.
Hesar gávur dugdi hann at nýta millum teir føroysku veljararnar. Hann hevði sett í seg at vinna ríkisdagsessin, og hann vann hann. Hann hevði stórt álit á sær sjálvum, óivað væntaði hann at kunna gera stórverk sum fólkatingsmaður.
Tað stóð ikki um samband og sjálvstýri, tá hann bjóðaði seg fram. Nú var tað honum um at gera at koma í sessin, og hann kom.
Her skal ikki kannast um Oliver Effersøe man hava hildið seg vera á beinari leið, tá hann gjørdist sambandsmaður og helt fram við at vera tað. Avgjørt er, at henda politiska leiðin hevur verið honum eitt vónsvik. Tað mátti taka honum hart at síggja “sambandið” í afturgongd aftaná hansara óføra 25 ára strev fyri at halda tí uppi.
Hann kundi, um hann nakrantíð hevði trúð á sambandsins reina sigur í Føroyum, havt væntað, at sjálvstýrisrørslan fór at verða køvd longu við tey fyrstu valini aftaná 1900. Men hvat hendi? Meðan Effersøe í 1906 hevði 70% av Føroya veljar­um við sær, fall hann sum føroyskur ríkisdagsmaður fyri fáum árum síðani og átti ongan álitis­mann at styðja seg til val til løgtings­mann í 1932.
Tað mátti verið tungt hjá manni­num at uppliva hetta aftaná eitt meira enn 25 ára stríð. Tungt á gamalsaldri at hava upplivað sítt egna politiska fall og ikki minni tungt at vita sær, at hansara egnu menn nú noyddust at fara undir tað tilboðið, sum hann til æviligar tíðir við so stórum veldi helt seg hava dripið í 1906.
Nú fekk hann at kenna, at skeivt var stýrt. Og tað hevur sviðið til Føroyar og føroyingar. Í 1906 var okkum í boði í bestu vinavoldum frá danskinum at samráðast við teir um Føroya frama í komandi árum. Hvør hugsandi maður má bera sorg um at føroyingar skuldu fáast til at spilla hesi góðu boð og spilla tey so, at bragdið ikki verður afturbøtt í mannaminni.
Eingin mann hava havt tyngri stríð av úrslitinum frá 1906 enn maðurin sjálvur. Tað er gjørt sum gjørt er. Hann fekk roynt seg, nú hevur hann fingið frið.
....

Úr Keypmannahavn varð fjarrit­að mánadagin: Effersøe fór til grav­ar í dag. A. Samuelsen segði á grøv­ini, at hann vildi ganga í hans­ara politisku fótaspor “saa længe For­udsætningerne er til­stede.” Hann lítur ikki ov nógv á sambandið!”

Gjørdist Oliver ov sambandskur
Júst hetta seinasta er rættiliga áhugavert. Tingakrossur heldur, at Andrass var ikki fremmandur fyri tí tanka, at eina ferð mátti Sambandsflokkurin koma at geva seg í sjálvstýrisspurninginum. Hetta fór eisini at gangast soleiðis. Bert 15 ár seinni gjørdist Andrass Samuelsen okkara fyrsti løgmaður við einum sjálvstýri, sum var nógv meira umfatandi enn tað Oliver Effersøe bardist ímóti í 1906. Og so ikki at tala um Sambandsflokkin í dag við hansara yvirtøkum. Oliver hevði vent sær í grøvini!

Mindestenen over Landstings­mand Effersøe
Árið eftir, at Oliver doyði fekk hann stein settan á grøvina. Í hesum sambandi var eitt hátíðarhald, sum Dimmalætting greiðir frá:
Den 8. Marts 1934 blev der paa Landstingsmand Oliver Effersøes Grav paa Ordrup Kirkegaard af­dækk­et en Mindesten i over­værel­sen af en del af Afdødes Slægt og Venn­er. Ved denne Lejlighed blev der ud­talt nogle Mindeord af Lands­tings­­mandens Enke, fru Selma Effer­søe, og Første­lærer Oluf Skaalum, Hareskov.
Fru Effersøes Tale var personlig præget, og hun udtalte henvendt til Datteren Signhild:
I dag for et Aar siden mistede Du din kære Fader, og hans Minde maa du altid holde i Ære. Det var ikke alene over for dig, at Fader var god og kærlig. Det var ogsaa imod din Broder Gudmund, som nu hviler ved Siden af Fader, og mod din Søster Sigrid, som opholder sig saa mange Mil herfra (í San Francisco í USA), men som er hos dig i Tankerne.
Aarene gaar, og Minderne vil blegne, men jeg har sat denne Sten paa Faders Grav som et varigt Minde om en kær og omsorgsfuld Mand og Fader. Jeg ved, at du lille Signhild vil værne om denne Sten og frede om den lille Plet, og jeg tror og haaber paa, at du altid vil holde i Ære det Navn, du bærer og aldrig glemme den Rod hvoraf du er rundet.
Æret være din Faders Minde.

Síðani hevði fyrstilærarin Skaalum ein røðu, sum man vera tað síðsta, sum alment er sagt um Oliver Effersøe. Hann segði:

Fæ dør,
Frænder dør
Ogsaa du skal Døden smage,
Eet ved jeg som aldrig dør
Dommen over hver en Død

Saadan kvad de gamle, og vi maa sande, at Ordene gælder endnu. Oliver Effersøe har faaet sin Dom her mellem de Mennesker hvor han virkede. Dommen er hans Eftermæle.
Som et Tegn paa dette Efter­mæle, der ikke dør, har hans Hustru rejst denne Sten paa hans Grav. Sten­en er symbolet paa det uforgængelige.
Spørger man saa: Hvordan lød hans Eftermæle? Da maa Svaret blive: Det var enstonende fra alle Munde. Han var Færøerne og han var Danmark en god Søn.
Trúfastur altíð var maður,
Vildi ei bróta sítt orð.
Vi, der var hans Venner og gemmer de mange og intimeste Minder om ham i vore Hjerter og i vore Tanker, vi ved, at han var os altid trofast, og at altid kunde stole paa ham. Han var fast og stærk som Klippen, her er rejst paa hans Grav.
Og naar alle de mange deroppe paa de smaa Atlantsøer, som han viede alt sit Virke, og som han nær­ede en brændende Kærlighed til, de vidste og de følte, at Oliver Effersøe kunde de trygt stole paa, og at han altid var rede til at yde dem den Bistand, der kunde Skaffes. Han var ogsaa her fast som Klippen.
Og hernede hvor han fik sin Grav, havde han mange Venner. Her i Danmark følte alle, at Oliver Effersøe kunde man trygt stole paa i den Gerning han ydede uden Svig.
Verk hans vil tí standa eins og steinur hesin gjøgnum øldir."

Síðan varð steinurin eftir umbøn av frú Effersøe avdúkaður av Skaalum og Andrass Samuelsen.

Í komandi og seinasta parti verður millum annað komið aftur til søguna um Kammu
Effersøe Kryssing, sum fekk tept kong Kristian