Fyri nøkrum døgum varð kunngjørt, at tvey nýggj koppingarevni fyri koronu eru á veg á marknaðin. Talan er um eitt koppingarevni frá Moderna og eitt koppingarevni frá Pfizer. Og tað serliga við nýggju koppingarevnunum er, at tey eru lagað til teir nýggju omikron variantarnir, sum nú ganga. Tað eru eisini fleiri onnur koppingarevni, sum eru á veg á marknaðin.
Myndugleikarnir vænta, at korona fer at ganga aftur av álvara í heyst og herfyri staðfestu myndugleikarnir í Danmark, at tey tryggjað sær nóg mikið av teimum nýggju koppingarevnunum.
Tá ið fyrstu koppingarevnini komu á marknaðin, avtalaði myndugleikarnir í Føroyum, at vit skuldu fáa okkara part av koppingarevninum eftir fólkatalinum. Tað merkir, at vit fáa umleið ein hundraðpart av koppingarevnunum, sum Danmark fær.
Og Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, sigur, at hann hevur verið í regluligum sambandi við myndugleikarnar í Danmark, og hann hevur fingið váttan fyri, at tann avtalan stendur við, so vit fáa tær nøgdir av koppingarevni, vit hava brúk fyri.
Sostatt fara vit at fáa okkara part av tí nýggja koppingarevninum, men landsapotekarin sigur, at tað er ikki greitt, akkurát nær tað kemur til landið.
Koppingarevnið, myndugleikarnir í Danmark hava tryggjað sær, er frá Moderna og Pfizer. Avtalan var, at grønlendingar skuldu fáa koppingarevni frá Moderna, tí tað er lættari at goyma og sostsatt eisini lættari at flyta langan veg. Afturfyri hava vit brúk koppingarevnið frá Pfizer.
Nú tað er væntandi, at korona aftur fer at ganga av álvara, hava myndugleikarnir í Danmark gjørt av at bjóða fleiri samfelagsbólkum at verða koppsettir fyri korona eina ferð afturat fyri at styrkja immunverjuna.
Eisini myndugleikarnir í Føroyum gjørt av at bjóða ávísum samfelagsbólkum at fáa eina sproytu afturat fyri at styrkja immunverjuna.
Les meiri um tað her: Fara nú aftur at koppseta føroyingar fyri koronu.