info
Ongi úrslit

Fara nú aftur at koppseta føroyingar fyri koronu

Tað verða ávísir samfelagsbólkar, sum fáa tilboðið hesa ferð

Áki Bertholdsen
16. juli 2022 kl. 12:00

Nú er avgjørt, at føroyingar fara at fáa tilboð um at verða koppsettir einaferð afturat fyri koronu. Koppsetingarbólkurin hevur havt fund og hevur handað landsstýrismanninum í heilsumálum eitt tilmæli.  Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur góðtikið tilmæli og sostatt fáa føroyingar nú tilboð um at verða koppsettir fyri koronu fyri fjórðu ferð.

Hetta er sama mannagongd, sum heilsmyndugleikarnir í Danmark mæla til. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at endamálið við hesi fjórðu sproytuni er at styrkja immunverjuna nú korona er við at taka seg upp aftur og myndugleikarnir vænta eina bylgju afturat í heyst og í vetur. Teir nýggju variantarnir av korona, sum ganga nú, smitta rættiliga illa, men hjá fólki, sum eru í góðum árum, og sum eru vanliga væl fyri, taka teir ikki so fast.

Í roynd og veru fáa tey, sum eru serliga veik av ymsum orsøkum, og sum illa tola at fáa koronu, longu fingið tilboð um at verða koppsett fyri fjórðu ferð. Men tann 15. september fáa tey, sum búgva á Ellis- og røktarheimum, tey sum hava heimarøkt og tey yvir 85, tilboð um koppseting, og frá fyrsta oktober verða tað øll yvir 50 ár, sum fáa tilboðið.

Hvussu verður við teimum, sum eru undir 50, veldst alt um, hvussu korona tekur seg upp, men fyribils er ætlanin ikki at tey skulu koppsetast. Tað verða kommunulæknarnir og apotekini kring landið, sum fara at koppseta fólk fyri koronu. 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

23 minuttir síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

1 tími síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

1 tími síðan
Fótbóltur

Jónas Prior og Jóhan Josephsen skifta til Víking

1 tími síðan
Tíðindi

Nivi Olsen leggur frá sær eftir kravi frá egnum flokki

1 tími síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Klaus Kjellerup deyður

2 tímar síðan
Tíðindi

Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin

3 tímar síðan
Fótbóltur

Schjønberg fer nú at venja kvinnurnar hjá Esbjerg

4 tímar síðan
Tíðindi

6,3 milliónir amerikanarar kunnu missa matstuðulin

5 tímar síðan
Tíðindi

Vælkomin til ársins Jól við Løkin!

6 tímar síðan