Sýslumaðurin á Svalbard sleppur nú tveimum málum, har hvítabjarnir vórðu skotnar fyrr í ár.
Kanningar og avhoyringar hava víst, at báðar hvítabjarnirnar, sum talan er um, vórðu skotnar í sjálvverju.
Hin fyrra bjørnin varð skotin í Agardhbukta á Svalbard í mars av einum ferðafólki.
Hin seinna varð skotin í landnyrðingspartinum av Spitsbergen í juli, tá hon royndi at bróta inn í eina smáttu.
Í báðum førum vórðu vitni og teir, sum skutu, avhoyrd.
- Niðurstøðan hjá okkum er, at hetta í báðum førum var í sjálvverju, sigur sýslumaðurin á Svalbard í tíðindaskrivi.










