Vil loyva fiski­skapi við tveimum trolum

Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, hevur sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um møguleikan at fiska við tveimum trolum.

Hon vil millum annað hava at vita, hvørja ávirkan tað hevði havt á búskapin og effektiviseringina av fiskiskapinum, um tað varð loyvt føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum.

 

Løgtingskvinnan spyr eisini, hvørjar avleiðingar ein slíkur fiskiskapur kann hava fyri umhvørvið og fiskastovnarnar. Í hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin á ytru leið og á nøgdina av hjáveiðu.

 

At enda spyr hon, um landsstýrið ætlar at gera nakað við møguleikan hjá føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum.

 

Fía Selma Nielsen vísir á, at eitt endamál við fiskidagaskipanini var, at flotin skuldi fiska so effektivt sum gjørligt.

 

– Mestsum allir nýggir trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum, vísir hon á í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Hon leggur afturat, at føroysk skip undir Føroyum ikki hava loyvi at fiska við tveimum trolum, samstundis sum útlendsk skip undir Føroyum eftir hennara upplýsingum kunnu fáa slíkt loyvi.

 

Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 19. august.