Á tíðindafundi á Tórsvølli í dag hevur Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, kunngjørt hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Montenegro, sum verða ávikavist á Tórsvølli og á Svangaskarði 8. og 13. oktober.
Sermerkt við hópinum er, at royndir menn sum Jákup B. Andreasen, Adrian Justinussen og Daniel Johansen eru við aftur, eftir at teir vóru á A-landsliðnum seinast.
Málverjar:
Rói Mørk Hentze (B36)
Rói Zachariassen (EB/Streymur)
Bárður á Reynatrøð (Víkingur)
Verjuspælarar:
Ari Olsen (Víkingur)
Noah Mneney (Víkingur)
Bjarni Petersen (B36)
Daniel Johansen (HB)
Samuel Johansen Chukwudi (HB)
Ólavur Niclassen (KÍ)
Andri Benjaminsen (B68)
Miðvallarar:
Adrian Justinussen (HB)
Magnus Holm Jacobsen (B36)
Ragnar Samuelsen (B36)
Arnbjørn Svensson (Víkingur)
Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ)
Lukas Giessing (AB - DK)
Stefan Radosavljevic (B36)
Áleyparar:
Petur Knudsen (NSÍ)
Jonn Johannessen (KÍ)
Pætur Petersen (HB)
Steffan Løkin (NSÍ)