Brennandi bilar undir mótmælisgongu í Teheran 8. januar.- Mynd: Stringer/Reuters

NGO: Umleið 2.000 dripin í mótmælum í Iran

Fleiri keldur siga frá, at talið av deyðum er vaksið nógv undir mótmælisgongunum í Iran.

Brennandi bilar undir mótmælisgongu í Teheran 8. januar.- Mynd: Stringer/Reuters

Felagsskapurin Human Rights Activists News Agency (HRANA), sigur, at tey hava staðfest 2.003 deyðsføll undir mótmælisgongunum í Iran.

Tað boðar Reuters frá í dag.

Í tí talinum eru 1.850 mótmælisfólk, 135 fólk við tilknýti til stjórnina, níggju fólk undir 18 ár og níggju sivilfólk, sum ikki vóru mótmælisfólk.

Ein líknandi fráboðan kom fyrr frá einum iranskum embætismanni, sum ikki segði navn sítt. Hann segði, at umleið 2.000 fólk vóru dripin undir mótmælisgongunum.

Tað var fyrstu ferð, at myndugleikarnir høvdu viðurkent fráboðanir um høg deyðstøl undir mótmælisgongunum, sum hava verið í fleiri vikur.

Støðan er merkt av eini ávísari óvissu, tí ein víðfevndur samskiftissteðgur í Iran hevur í stóran mun forðað fyri atgongd til upplýsingar úr landinum.

Mótmælisgongurnar byrjaðu 28. desember. Iranar fóru út á gøturnar at vísa sína ónøgd við ógvuliga høgu inflatiónini í landinum og búskaparligu trupulleikarnar.

Síðani tá hava mótmælini ment seg til ein almennar atfinningar av prestastýrinum, sum hevur stýrt landinum síðani islamsku kollveltingina í 1979.

Men tað er langt frá vist, at skipanin fer at falla.

Reuters hevur tosað við tveir sendiharrar, tvær stjórnarkeldur í Miðeystri og tveir greinarar, sum siga, at tað fer at krevja eina samanseting av fleiri viðurskiftum, áðrenn tað hendir.

Umframt ófrið á gøtunum og útlendskt trýst, krevur tað, at fólk snúgva seg um ovastu skipanina.

– Fyri at hetta slagið skal eydnast, krevur tað fólk á gøtunum í nógv longri tíð. Og tað skal vera eitt uppbrot í statinum, sigur Vali Nasr, professari í miðeysturlendskum kanningum á Johns Hopkins universitetinum, við Reuters.

– Summir partar av landinum, og serliga trygdarfólkini, skulu leypa frá, heldur hann fram.

Hann vísir á, at tað eru nógv løg til trygdarapparatið í Iran. Professarin vísir á, at paramiliteraðu herdeildirnar hjá Kollveltingarverjuni og Basij-militiuni einsamallar telja nærum eina millión fólk.

 

/Ritzau/

 

Brennandi bilar undir mótmælisgongu í Teheran 8. januar.- Mynd: Stringer/Reuters