Lutakast um tvey nýggj raðhús á Argjum

Nú ber til at tekna seg til lutakast um tvey lyklaklár raðhús, ið verða bygd á Argjum í næstum. Farið verður undir at byggja raðhúsini í januar 2026, og eftir ætlan eru raðhúsini klár í apríl 2027.

 

Kostnaðurin fyri lyklakláru húsini verður 4.850.000 krónur, og ætlar arbeiðstakarin, at gjaldið skal fella í trimum umførum. 

 

Freistin at tekna seg til lutakastið er 2. februar 2026.

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har kann ein eisini lesa meira um, hvussu farið verður fram, um ein hevur áhuga í hesum.