Faxe Kondi kvinnur: Stjørnan vann á EB í bólki 2

H71 og VÍF hava vunnið seg víðari í hálvfinalurnar úr bólki 2

Í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum er greitt, at tað vera VÍF og H71, ið hava vunnið seg víðari til hálvfinalurnar. Liðini hava tó ein innanhýsis dyst til góðar, ið avger hvørt av teimum vinnur bólkin.

 

Í kvøld var dysturin um triðja plássið í bólki 2 í KÍ-høllini í Klaksvík, har Stjørnan tók ímóti EB.

 

Stjørnan vann greiðan 27-19 sigur á EB. Í steðginum vóru tað annars eiðiskvinnur, ið vóru á odda 13-11, men Stjørnan vann seinna hálvleik 16-6.

 

Iiulia Nalivko var við níggju málum toppskjútti hjá Stjørnan. Tanja Kristiansen var við 10 málum toppskjútti hjá EB.

 

VÍF og H71 hava seks stig hvør fyri tríggjar dystir. Stjørnan hevur fýra stig fyri fýra dystir, og EB hevur tvey stig fyri fýra dystir. Tjaldur er aftast við ongum stigi. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum Stjørnuna og EB:

 

##med2##