Eysturoyartunnil: Økt ferðsla sparir landinum milliónir

– Tá ið felagið hevur staðfest eitt avlop, ætli eg, at hetta verður brúkt til at rinda fyri lækking av brúkaragjøldunum

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til skrivligan fyrispurning frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, sum í einum grein 52a fyrispurnigi hevur spurt løgmann um tunnilsgjaldið í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum

 

Spurningar hjá Jaspuri Langgaard eru soljóðandi:

 

1. Hvussu stóran part av landskassaveðhaldinum í 2025 verður neyðugt hjá Tunnilsfelagnum at brúka?

 

2. Lækkar tunnilsgjaldið, tá felagið hevur avlop, og hvussu nógv sær løgmaður fyri sær, at gjaldið lækkar?

 

3. Hvussu metir løgmaður, at ein slík príslækking hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum?

 

Í svarinum til fyrsta spurning greiðir løgmaður frá at í løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 eru játtaðar 12 mió. kr. til ferðsluveðhald til P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Av játtanini á 12 mió. kr. brúkar tunnilsfelagið 3,44 mió. kr. í 2025.

 

Ferðsluveðhaldið verður gjørt upp fyri eitt hálvt ár í senn, og útgoldið fyrst í hálvárinum eftir. Øll útreiðslan av ferðsluveðhaldinum í 2025 kemur frá fyrru hálvársuppgerðini, sum varð roknað út frá inntøkum og útreiðslum hjá tunnilsfelagnum í seinna hálvári í 2024. Uppgerð av inntøkum og útreiðslum fyrra hálvár í 2025 vísir, at raksturin av P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur verið í javnvág í 2025.

 

– Í 2022 vórðu brúkaragjøldini tillagað við størri avsláttri fyri tey, sum koyra ofta, og landskassin átók sær at rinda tunnilsfelagnum ein ferðslustuðul upp á 7 mió. kr. árliga.

 

– Í sambandi við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026 er mett, at tørvur ikki longur er á ferðslustuðlinum úr landskassanum til P/F Eystur- og Sandoyartunlar fyri at hava tey brúkaragjøld og tann avsláttur, sum nú eru galdandi. Fyri at vera varin er tó 1 mió. kr. sett av til veðhaldsútreiðslur, tí enn er ikki endaliga staðfest, at raksturin er í javnvág uttan ferðslustuðul, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Til spurning 2 sigur løgmaður, at P/F Eystur- og Sandoyartunnil fer væntandi at hava javnvág í rakstrinum í 2026, og við tíðini verður tað væntandi møguligt at lækka brúkaragjaldið.

 

– Partabrøv felagsins eru ogn landsins, og brúkaragjøldini skulu ikki vera hægri enn neyðugt til rakstur og viðlíkahald, umframt at gjalda niður skuld sambært lánsavtaluni.

 

– Tá ið felagið hevur staðfest eitt avlop, ætli eg, at hetta verður brúkt til at rinda fyri lækking av brúkaragjøldunum. Tí er ætlanin hjá mær, at brúkaragjøldini lækka, tá felagið hevur avlop. Um verandi ferðsluvøkstur heldur fram er sannlíkt, at fyrsta príslækkingin kann koma í 2027 ella 2028. Tað kann eisini vera skilagott, at felagið hevur eina ávísa konsolidering til óvæntaðar útreiðslur, sum kunnu koma, og at standa

 

ímóti við, um inntøkurnar minka eina tíð.

 

Til spurning 3 sigur løgmaður, at í øllum undirsjóvartunlunum hevur landskassin fíggjað ein part av íløguni, meðan brúkaragjøldini hava fíggjað raksturin og ein part av íløguni. Tá ráð hava verið til tað, hava tunnilsfeløgini lækkað brúkaragjøldini.

 

– Sum spyrjarin vísir á, vísa royndir og kanningar at brúkaragjøld ávirka ferðsluna. Vit hava eisini sæð í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, at støddin á brúkaragjøldunum hevur ávirkað ferðslumongdina. Tá brúkaragjøldini lækka, økist ferðslan. Hetta merkir eisini, at ein partur av inntøkumissinum frá lægri gjøldum kemur inn aftur orsakað av øktari ferðslu, sigur løgmaður.

 

Verandi prísskipan fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlar hevur avsláttur til tey, sum koyra ofta. Fyrstu 10 túrarnir millum Eysturoy og Streymoy ella í Sandoyartunlinum kosta 75 kr. fyri ein vanligan bil, túrar nummar 11 – 20 kosta 65 kr., túrar nummar 21 – 30 kosta 40 kr., túrar 31 – 40 kosta 30 kr., og túrarnir eftir tað eru ókeypis. Tað gevur øktar inntøkur, um onkur, sum koyrir sjáldan og altíð rindar 75 kr., fer at koyra meira, eftir at brúkaragjøldini lækka, men hinvegin gevur tað onga meirinntøku, um onkur, sum longu koyrir í minsta lagi 40 túrar um mánaðin fer at koyra meira, eftir at brúkaragjøldini lækka.

 

– Tað er tí ikki lætt at meta um, hvussu nógv inntøkurnar minka, um brúkaragjøldini lækka. Hetta er orsøk til at vera varin. Ein avbjóðing er eisini, at tá raksturin av P/F Eystur- og Sandoyartunlar gevur hall, er tað skattgjaldarin sum rindar, um brúkaragjøldini verða lækkað. Tí haldi eg, at rættast er at bíða til raksturin av P/F Eystur- og Sandoyartunlum er í javnvág og gevur avlop, sigur løgmaður.

 

– Um úrslitið hjá felagnum verður betri enn væntað, skal tað sjálvsagt koma brúkarunum til góðar, sigur Aksel V. Johannesen í svarinum til fyrispurningin frá Jaspuri Langgaad, tingmanni Sambandsfloksins á Toftum.