Tað eru mentanardagar í Fuglafirði, og í kvøld spældi besta mansliðið fyrsta dystin á nýggja graslíkinum í Fløtugerði.
Og tað gekk ikki soleiðis, sum stigatalvan kundi bent á, at tað fór at gera. ÍF var á fjórða plássi við 33 stigum, og FC Hoyvík var undir strikuni við 19 stigum.
Men í kvøld endaði tað við, at FC Hoyvík fór úr Fuglafirði við 2-1 sigri, og nú er FC Hoyvík við 22 stigum omanfyri niðurflytingarstrikuna. Undir strikuni eru EB/Streymur við 8 stigum og HB við 20 stigum.
FC Hoyvík legði ágangandi fyri og spældi seg til góðar málmøguleikar, og í fimta plássi var tað Villiam Emil Klein, sum við brotssparki legði gestirnar framum 1-0.
Og í 17. minutti var tað ganesiski Emmanuel Andorful, sum økti um FC Hoyvík leiðsluna til 2-0.
FC Hoyvík helt tørn um leiðsluna, inntil klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Tá var tað Kári Johannesen, sum minkaði um munin til 2-1 til FC Hoyvík, og tað varð úrslitið.
Sunnudagin 6. september
NSÍ – EB/Streymur: kl. 13.00
HB – B71: kl. 15.00
B36 – FC Suðuroy: kl. 12.30
Mánadagin 7.september
TB – Víkingur: kl. 16.00











