Liðið hjá Tóka Fríðrikssyni (savnsmyndin) og Jóhannes Bjørgvin, Stjarnan spældi í kvøld fyrsta dystin í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Á útivølli í høllini í Kaplakrika á Hafnarfirði tapti Stjarnan greitt 31-38 fyri FH, ið var á odda 21-17 í steðginum.
Jóhannes skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. Tóki kom ikki á máltalvuna í fyrsta kappingardystinum fyri Stjörnuna.
Í morgin klokkan 17 leggja Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram fyri við dysti á heimavølli móti Þór Akureyri.











