Volkswagen sker 100.000 størv burtur

Volkswagen fer at skerja starvsfólkatalið við umleið 100.000 fólkum innan 2030. Tað svarar til umleið 15 prosent av øllum starvsfólkunum hjá týska bilrisanum.

Volkswagen ætlar at skerja umleið 100.000 størv innan 2030. Tað svarar til umleið 15 prosent av øllum starvsfólkunum hjá týska bilsamtakinum. (Savnsmynd) Mynd: Axel Schmidt/Reuters

Leiðslan og fakfeløgini hjá Volkswagen eru komin ásamt um eina umfatandi umskipan av samtakinum, skrivar AFP.

 

Volkswagen hevði longu ætlanir um at skerja 50.000 størv, men nú eru 50.000 størv afturat løgd oman á ætlanina. Sostatt skulu tilsamans umleið 100.000 størv burtur innan endan av hesum áratígginum.

 

AFP lýsir hetta sum størstu umskipanina í heimsins bilídnaði nakrantíð.

 

– Tað er avgerandi, at talið á starvsfólkum skipað verður lagað til búskaparliga veruleikan, sigur Volkswagen.

 

Volkswagen-samtakið fevnir um tíggju bilmerkir, teirra millum Volkswagen, Audi og Porsche.

 

Týski bilrisin er undir stórum trýsti. Amerikanskur tollur, skiftandi eftirspurningur eftir elbilum og serliga harða kappingin frá kinesiskum bilframleiðarum hava gjørt støðuna truplari.

 

Tey 100.000 størvini svara til umleið 15 prosent av øllum starvsfólkunum hjá Volkswagen kring heimin. Niðurskurðurin er størri enn tey 50.000 størvini, sum amerikanski bilframleiðarin General Motors skar burtur eftir fíggjarkreppuna í 2009.

 

Fýra verksmiðjur í vanda

 

Samstundis er framtíðin hjá fýra týskum Volkswagen-verksmiðjum óviss. Talan er um verksmiðjurnar í Hannover, Emden, Zwickau og Neckarsulm.

 

Volkswagen sigur, at ikki ber til at tryggja virksemið á hesum verksmiðjunum til longdar. Nú verður kannað, um tær kunnu brúkast til annað virksemi.

 

Verða tær stongdar, verður tað fyrstu ferð, at Volkswagen letur stórar fullskala-verksmiðjur aftur í heimlandinum Týsklandi.

 

Martin Lehmann hevur arbeitt á Volkswagen-verksmiðjuni í Zwickau síðani 2012 og stúrir fyri avleiðingunum.

 

– Verður henda verksmiðjan veruliga stongd, kann ein seta ein stóran svartan blett á kortið, sigur hann við AFP.

 

Hann vísir á, at bæði verksmiðjan, arbeiðsplássini kring hana og undirveitararnir eru drívmegin í øllum økinum.

 

Nevndin hjá Volkswagen, har bæði starvsfólk og partaeigarar eru umboðað, hevur einmælt góðkent ætlanina.

 

– Hetta er eitt sterkt tekin um framtíðina hjá Volkswagen-samtakinum, sigur Oliver Blume, forstjóri.

 

Samráðingarnar hava verið truplar. Fakfeløgini hava millum annað ákært leiðsluna fyri ikki at hava verið nóg opin mótvegis starvsfólkunum, eftir at tíðindini um møguliga niðurskurðin á 100.000 størv komu fram í miðlunum, áðrenn starvsfólkini sjálv vórðu kunnað.

 

Volkswagen ætlar at skerja umleið 100.000 størv innan 2030. Tað svarar til umleið 15 prosent av øllum starvsfólkunum hjá týska bilsamtakinum. (Savnsmynd) Mynd: Axel Schmidt/Reuters