Liðið hjá Pæturi hevur framvegis fult stigatal

Liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu hevur enn fyrsta stigið til góðar

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne hava framvegis fult stigatal aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vunnu suðuroyggjamenn á útivølli 29-26 á liðnum hjá Juliani J. Kragesteen, Køge. Í steðginum var Team Sydhavsøerne á odda 17-15.

 

Køge hevur tvey stig fyri tveir dystir.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Aarhus hava enn fyrsta stigið til góðar í kappingini. 

 

Í kvøld tapti Aarhus á heimavølli 28-32 fyri HC Midtjyllandi. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Rói var noteraður fyri trý mál. 

 

Í morgin klokkan 13 hava Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel dyst á heimavølli móti Grindsted.