Ikki neyðugt at byggja um heilsu­mið­støð verð­ur í Vági

– Vit hava í longri tíð arbeitt við at sleppa at útbyggja, so tað verður pláss fyri fleiri heilsutænastum og pláss til fýra kommunulæknar, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági

– Tað er ikki neyðugt at byggja eina nýggja heilsumiðstøð. Tí um landsstýriskvinnan velur at leggja hana í Vági, sum er tann mest skynsama loysnin, so verður verandi heilsumiðstøð brúkt, sum í dag rúmar fleiri tænastum, sum borgarar úr allari suðuroynni brúka, sum eisini er í tráð við ætlanina, sum Heilsumálaráðið hevur arbeitt við, at fáa fleiri heilsutænastur nærri  borgarunum, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.

 

– Við eini útbygging eru sera góðir møguleikar at fáa eina nýmótans heilsumiðstøð. Vit eru longu har, at vit hava nógvar av vitalu tænastunum innan heilsu og fyribyrging.

 

Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við in.fo, sum viðmerking til tað, sum vit hava skrivað um fyrr í dag um svarið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen. Hon svarar einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apoteki í Suðuroynni.

 

Bjarni Johansen vísir á, at kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy eiga Heilsumiðstøðina í Vági, sum er bygd í 1980 sum ein heilsudepil. Har er eisini møguleiki, at byggja apotek, um talan verður um at samantvinna heilsumiðstøð og apotek.

 

Lesið eisini: Ein heilsumiðstøð skal byggjast í Suðuroynni

 

– Okur hava í longri tíð arbeitt við at sleppa at útbyggja og umbyggja, so tað verður pláss fyri fleiri heilsutænastum og pláss til fýra kommunulæknar, men vit eru ikki sloppin ígongd, tí Heilsu- og orkumálaráðið hevur ligið á málinum. Tað er ein nógv skynsamari loysn fyri kommunurnar, sum eiga Heilsumiðsrøðina í Vági, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.