FSF skrivar:
-Við máli í yvirtíðini syrgdi Gunhild Arge Joensen fyri at KÍ vann 3-2 á HB og harvið steypafinaluni fyri U16 gentur
------------------
Tað leikaði javnt á, tá HB og KÍ fríggjakvøldið brustu saman í steypafinaluni fyri U16 gentur. HB var á odda bæði 1-0 og 2-1, men klaksvíksgenturnar góvu ongantíð skarvin yvir, og tá avtornaði vann KÍ 3-2. Sigursmálið skoraði Gunhild Arge Joensen beint fyri leiklok. Lilja Eiriksdóttir Højsted og Julia Rósa Dal Christiansen stóðu fyri málunum hjá HB, meðan Gunhild Arge Joensen, sum skoraði tvær ferðir, og Erla Joensen gjørdu málini hjá KÍ.
Aftaná dystin varð Petsy Káradóttir Nielsen hjá HB kosin til besta spælara í finaluni. Skrivar FSF.











