Í hesum tíðarskeiðnum skal kannast, um danska verjan og onnur NATO-lond kunnu brúka flogvøllin frameftir.
Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, og danska verjumálaráðið hava gjørt avtalu um at leingja livitíðina hjá flogvøllinum í Narsarsuaq fyribils í eitt ár.
Danska verjumálaráðið letur grønlendska sjálvstýrinum upp í 45 milliónir krónur í stuðli til at halda flogvøllin opnan.
– Við hesum fáa stjórnin og Naalakkersuisut møguleika fyri saman við okkara sameindu at kanna framtíðartørvin hjá verjuni, teimum sameindu og NATO á at brúka Narsarsuaq-flogvøllin, sigur danski verjumálaráðharrin Jeppe Bruus.
Endamálið er at kanna, um flogvøllurin kann verða fastur partur av virkseminum hjá donsku verjuni ella øðrum NATO-sameindum.
Múte B. Egede, landsstýrismaður í uttanríkismálum, vónar, at fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum tekur undir við játtanini.
Fíggjarnevndin skal viðgera málið á fundi 10. september.
Narsarsuaq verður eisini karmur um eina stóra altjóða hernaðarvenjing komandi vikurnar. Umleið 400 hermenn úr tíggju NATO-londum verða við í venjingini.
Jeppe Bruus og Múte B. Egede vitja 9. september í Narsarsuaq og Qassiarsuk. Har skulu teir fylgja venjingini og taka lut á borgarafundum.
Kelda: Ritzau











