Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen var 60 minuttir á vøllinum, tá lið hennara, ÍBV vann fyrsta sigurin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í tveir mánaðir.
Á útivølli á Víkingsvøllinum í Reykjavík vann ÍBV 3-1 á Víkingi Reykjavík.
Longu í áttanda minutti legði Allison Lowrey ÍBV á odda. Heimaliðið javnaði sekstan minuttir seinni, men átta minuttir undan steðginum fekk Olga Sevcova ÍBV á sigurskós aftur. Í 72. minutti staðfesti Alisson Clark sigurin hjá ÍBV.
ÍBV er fjórðfremst í deildini við 17 stigum.
Komandi mikukvøld klokkan 19 hevur ÍBV dyst á Hásteinsvøllinum í Heimey móti Vali.










