Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur skrivað álit í málinum um at taka mvg av bensin og diesel. Men hon er ikki samd. Samogonguumboðini taka undir við uppskotinum, meðan andstøðuumboðini mæla frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin í fíggjarnevndini eru umboðini hjá Tjóðveldi og Framsókn, Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Ruth Vang.
Tær vísa á, at pengarnir verða ikki rætt brúktir. Samgongan ynskir at taka broddin av ógvusligu hækkingini í prísinum á brennievni til flutning og vil tí seta í verk eina
– Uppskotið rakar sera breitt og hjálpir alt ov lítið teimum, sum veruliga eru trýst fíggjarliga. Samgongan velur at stuðla teimum, sum hava størst nýtslu, heldur enn teimum, sum hava størst tørv, siga tær báðar í álitinum. Og tær halda fram:
– Vit vita, at tað eru føroyingar, sum verða hart raktir av hækkandi oljuprísum, tí tey frammanundan eru trýst fíggjarliga. Eitt nú hava vit í kanning um fátækraváða hoyrt børn siga frá, at tey búleikast í køldum húsum. Tí er tað sera óheppið, at nú man velur at brúka 20 mió. kr. úr einum landskassa, sum frammanundan hevur hall, at so stórur partur av hesum 20 mió. kr. fer til tey, ið ikki hava tørv á stuðli, herundir ferðafólk. Minnilutin heldur eisini, at tað hevði verið rættari at veitt stuðul til upphiting heldur enn til flutning. Tað verður í uppskotinum grundgivið við praktiskum orsøkum fyri hví man ikki stuðlar til upphiting, men minnilutin vil vísa á, at tað kann gerast á annan hátt enn við mvg-frítøku. Eitt nú ber til at økja um orkuískoyti, ein skipan sum longu virkar og tí ikki fer at krevja nýggja umsiting. Minni olja á heimsmarknaðinum er orsøk til hækkandi oljuprísir og tað fáa vit onki gjørt við. Vit vita ikki, um, nær og hvussu nógv prísirnir lækka aftur, men vit vita, at støðan er afturvendandi.
Millum annað tí er tað skilagott, at vit sum land og fólk gerast minni bundin av olju sum orkukeldu, siga tær.
– Høgir prísir skunda undir hesa gongd. Mvg-frítøkan virkar øvugt, soleiðis at vit í øllum førum hetta tíðarskeiðið ikki kenna tørv á at tillaga oljunýtsluna. Tað er óheppið. Við at økt um orkuískoytið, kundu vit hjálpt teimum sum hava tørv á tí, meðan vit samtíðis lótu prísin hava sín natúrliga tálmandi virknað. Havast skal eisini í huga, at grøna orkuskiftið í Føroyum er komið alt ov stutt, hóast vit eru ríkað við grønum orkukeldum sum fá.
Minnilutin heldur, at hesar 20 mió. kr. kundu verið nýttar munandi betri og hevur ítøkilig boð uppá hvussu.
Fyri knappar 4 mió. kr. ber til at hækka verandi orkuískoyti úr kr 5.000 upp í kr. 12.000 í ár. Tað hevði givið treingjandi húskjum kr. 7.000 og kostað landskassanum undir ein fimtapart av tí, sum tað kostar at lata bileigarum kr. 100 fyri hvønn tanga av brennievni.
Minnilutin heldur, at um man vil hjálpa teimum, sum hava langt at koyra til arbeiðis, ber til at hækka ferðastuðilin til tey sum koyra við t.d. kr. 5,00 um dagin. Tað hevði givið teimum, sum koyra mest umleið kr. 1.100 um árið og hevði kostað landskassanum uml. 5 mió. kr.
– Hesi bæði uppskotini, sum bæði málrættað høvdu hjálpt teimum, ið hava tørv á tí, høvdu sostatt tilsamans kostað landskassanum minni enn helmingin av tí, sum uppskotið hjá landsstýrinum kostar.
Tær siga, at tað eydnaðist tíverri ikki minnilutanum at fáa neyðugu undirskriftirnar til at leggja tey bæði uppskotini fyri tingið, nú freistin at leggja uppskot fram var farin, longu tá tingið varð sett í apríl.
– Ein kann gita um orsøkina til, at samgongan ikki ynskir, at tingið skal hava møguleikan at viðgera hesi uppskotini, men tingviðgerðin hevði sannlíkt avdúkað, at hesar loysnirnar heldur enn ein tíðaravmarkað mvg-frítøka fyri brennievni til flutning, høvdu rakt betri tann veruliga tørvin og kostað munandi minni.
Minnilutin vil at enda vísa á, at ein øking av túratalinum við Bygdaleiðum sannlíkt hevði fingið fleiri at valt bussin heldur enn at koyra við egnum bili, og soleiðis spart fólki pening. Harumframt er vert at umhugsa, um ikki niðurlaðingin av stuðulsskipanunum til grønar orkuloysnir skal gerast yvir longri tíð. Hetta eru alt loysnir, sum hjálpa teimum, ið hava mest tørv á tí, og sum samtíðis skunda undir, at vit gerast minni bundin av olju sum orkukeldu, siga Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Ruht Vang í minnilutaálitinum frá fíggjarnevnd Løgtingsins.











