Liðið hjá Áslu er millum trý tey fremstu liðini

Piteå hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå eru í einari sera góðari gongd í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.

 

Í dag gjørdist talan um 2-1 heimasigur á Rosengård á L F Arena leikvøllinum.

 

Piteå gjørdi skjótt av. Longu í øðrum minutti legði Cecilia Edlund Piteå á odda, og 14 minuttir seinni økti Alexandra Hellekant til 2-0. 10 minuttir undan steðginum minkaði Rosengård um munin.

 

Piteå er saman við Malmö FF og Kristianstad fremst í deildini. Øll trý liðini hava 10 stig, men Piteå hevur vánaligasta málmunin.

 

Í morgin klokkan 17 tekur Malmö FF á heimavølli móti liðnum hjá Jóhonnu Fossdalsá Sørensen, BK Häcken. Häcken hevur níggju stig á fimta plássinum.