Eitt spanskt flogfar við ferðafólki frá ferðamannaskipinum MV "Hondius" fleyg í dag úr Tenerife til Madrid. - Mynd: Borja Suarez/Reuters

Fyrsta flogfar við fólki av virusraktum skipi farið úr Tenerife

14 spanskir ríkisborgarar flúgva úr Tenerife til Madrid, har teir skulu í sóttarhald á einum hernaðarsjúkrahúsi.

Eitt spanskt flogfar við ferðafólki frá ferðamannaskipinum MV "Hondius" fleyg í dag úr Tenerife til Madrid. - Mynd: Borja Suarez/Reuters

Fyrsti flogferðin við evakueraðum ferðafólkum av ferðamannaskipinum MV "Hondius", har fleiri hava fingið staðfest hantavirus, er farin av sponsku oynni Tenerife.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Sambært AFP eru tey fyrstu, sum fara av skipinum, sum liggur út fyri Tenerife, 14 spanskir ríkisborgarar. Tey verða nú avbyrgd á einum hernaðarsjúkrahúsi í Madrid.

Oceanwide Expeditions, sum hevur ábyrgdina av at reka ferðamannaskipið, hevur áður upplýst, at tað vóru 13 sponsk ferðafólk umborð og ein spanskur manningarlimur.

Tilsamans eru sløk 150 ferðafólk og manning umborð á skipinum. Nakað av manningini verður verandi við skipinum, sum verður siglt aftur til Hollands, har tað er skrásett.

Byrjað varð at flyta ferðafólkini og manningina, sum eftir var, í morgun.

Her komu heilsustarvsfólk til ferðamannaskipið at gera eina endaliga kanning av ferðafólkunum og byrja at fáa tey fyrstu ferðafólkini í land.

Ferðafólkini eru flutt burtur í bólkum. Eftir at hava verið sigld inn í havnina í Tenerife, verða tey koyrd við bussum til flogvøllin á oynni. Tey verða síðani flogin aftur til heimlandið.

Seinasta flogferðin verður væntandi eitt avstralskt flogfar, sum eftir ætlan fer úr Tenerife seinnapartin mánadagin, segði spanski heilsumálaráðharrin, Mónica García, í dag sambært Reuters.

Eftir sponsku ríkisborgararnar verður tað tørn hjá hollendskum ríkisborgarum at verða fluttir av skipinum.

Sambært spanska heilsumálaráðharranum skulu Niðurlond eisini hava ábyrgdina av at flyta týsk, belgisk og griksk ferðafólk umframt partar av manningini. Hetta verður við einum flogfari í dag og einum øðrum í morgin.

Eftir hetta vænta sponsku myndugleikarnir, at ferðafólk úr Turkalandi, Fraklandi, Bretlandi og USA verða flutt til heimlandið.

 

/Ritzau/

 

Eitt spanskt flogfar við ferðafólki frá ferðamannaskipinum MV "Hondius" fleyg í dag úr Tenerife til Madrid. - Mynd: Borja Suarez/Reuters