Søgan endurtók seg hjá Hellas Verona, ið aftur í dag hevði Andrias Edmundsson við frá dystarbyrjan. Hellas Verona hevði uppiborið betri, men tapti við einum máli.
Í dag tapti Verona á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum 0-1 fyri útiliðnum, Como.
Como legði seg á odda í 71. minutti. Fýra minuttir seinni javnaði skotski áleyparin, Kieron Bowie fyri heimaliðið. Men enn einaferð kolldømdi VAR eitt mál hjá Verona.
Hellas Verona hevði líka nógvar málroyndir sum mótstøðuliðið, men tað endaði enn eina ferð við einum eittmálstapi.
Andrias fær fyri avrik sítt karakterin 6,7 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Soccerstand eru meira pírnir og geva Andriasi karakterin 6,0.
Hellas Verona er næstaftast í Seriu A við 20 stigum fyri 36 dystir.
Tvær spennandi uppgávur bíða Andriasi og liðfeløgunum áðrenn kappingarárið endar. Komandi sunnudag klokkan 14 er dystur á útivølli móti Inter Milan á skránni. Og eina viku seinni sleppur Hellas Verona á heimavølli at siga farvæl við Seriu A á hesum sinni við dysti á heimavølli móti AS Roma.











